Fótbóltur

Talan er ikki um søguligt svenskt stórfelag

BK Häcken hevur spælt nógv í lægru deildunum og reikað nakað. Seinastu átta árini eru tó fleiri steyp vunnin, og mótstøðuliðið hjá KÍ í kvøld hevur kanska ongantíð verið sterkari.

Liðformaður og venjari hjá Häcken á tíðindafundi í Klaksvík í gjár. Teir eru fullgreiður yvir, at teir allarhelst ikki fáa nakað givið í kvøld (Mynd: Sverri Egholm)

Liðformaður og venjari hjá Häcken á tíðindafundi í Klaksvík í gjár. Teir eru fullgreiður yvir, at teir allarhelst ikki fáa nakað givið í kvøld (Mynd: Sverri Egholm)

2023-07-26 11:08 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Seinasta árið hevur helst verið tað besta í søguni hjá BK Häcken. Göteborg-felagið gjørdist svenskur meistari fyri fyrstu ferð og púra óvæntað síðsta heyst, vann svensku steypafinaluna í mai og spælir nú í Champions League á fyrsta sinni. 

Í 1. umfari eydnaðist eisini liðnum hjá Per-Mathias Høgmo at vinna báðar søguliga dystirnar á The New Saints úr Wales. Harvið er KÍ á skránni nú, og Häcken kemur til Klaksvíkar sum svenskur greipuvinnari.

Felagið vann á fyrsta stinni eitt stórt steyp í Svøríki í 2016, tá tað eydnaðist at vinna steypafinaluna. Síðani hevur Häcken vunnið hesa kappingina tríggjar ferðir og Allsvenskan í fjør. Nú mitt í 2023 kappingini er liðið á 2. plássið har. 

Sí eisini: Tit hava eina sterka fótbóltsmentan

BK Häcken er frá 1940 og hevur altíð staðið í skugganum av serliga IFK Göteborg í býnum. Fyrstu ferð felagið var í fremstu deildini var í 1983, og í sínum 83 árum hava Vespurnar, sum teir verða nevndir eftir svøru og gulu litunum, verið í bestu deildini í samanlagt 16 ár.

Áðrenn og um aldarskifti var tað eitt sindur upp og niður, og Häcken hevur eisini spælt í næstbestu deildini okkurt árið í hesari øldini. Seinastu stóru tíggju árini hevur tað sum heild gingið væl hjá felagnum, og tað mesta er gingið upp í eina hægri eind seinasta árið ella so.

Í kvøld klokkan 19.45 skal Hacken spæla í 2. umfari í Champions League. Svensku stórfavorittar eru stórfavorittar samanlagt móti KÍ. Umframt víðari luttøkuna í Champions League í summar, kann samanlagdi sigurin á Sparta Prag í Europa League fyri tíggju árum síðani nevnast sum stórt evropeisk úrslit. Annars er felagið úr Göteborg ikki komið so ofta víðari úr evropeiskari kapping.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder