Fótbóltur

- Tit hava eina sterka fótbóltsmentan í Føroyum

Venjarin og liðformaðurin hjá BK Häcken hava virðing fyri tí, sum KÍ er og hevur gjørt, men leggja eisini dent á at teir kenna egnu styrki, og vita hvat gerast skal við KÍ.

Per-Mattias Høgmo viðurkendi avrikini hjá KÍ, men vísti eisini á, at kanska liggur liðið væl til Häcken. Teir á svenska liðnum eru eisini vanir við at spæla á graslíki og eru mitt í kappingini (Mynd: Sverri Egholm)

Per-Mattias Høgmo viðurkendi avrikini hjá KÍ, men vísti eisini á, at kanska liggur liðið væl til Häcken. Teir á svenska liðnum eru eisini vanir við at spæla á graslíki og eru mitt í kappingini (Mynd: Sverri Egholm)

2023-07-26 07:38 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Eftir venjingina hjá KÍ við Djúpumýrar í gjárkvøldið kom Häcken-hópurin til staðið, har spælt verður í 2. umfari í Champions League í kvøld. Ein tíðindafundur var á skránni í KÍ-høllini, har høvuðsvenjarin Per-Mathias Høgmo og liðformaðurin Simon Gustafsson.

Ein svenskur miðil var til staðar, og spurningurin til liðformannin kom um, hvussu tað verður at spæla móti einum liði, sum so sjálvdan tapir á heimavølli - seinast var fyri yvir tveimum árum síðani - og sum hevur eitt so stórt úrslit í viðførinum.

- Vit skulu hava virðing fyri teimum men eisini spæla okkara spæl. Vit eru eyðmjúkir og skilja týdningin av dystinum men kenna eisini okkara egnu dygdir. Talan er eitt lið, sum stendur lágt, arbeiðir hart, og har spælararnir eru loyalir fyri konseptinum

[object Object]
Simon Gustafsson er greiður yvir, at tað kann gerast heilt trupult við Djúpumýrar í kvøld (Mynd: Sverri Egholm)

[object Object](Mynd: Sverri Egholm)

Royndi miðvallarin segði, at hetta er ein spennandi avbjóðing í einum nýggjum landi, og at teir hjá Häcken millum annað skulu vera heilt til reiðar at handfara deyðbóltarnar hjá KÍ. Men hvat úrslit kunnu teir í svensku leguni vera nøgdir við í morgin móti føroyska mótstøðuliðnum? Hendan spurningin frá Portalinum svaraði Per-Mathias Høgmo?

- Tað er trupult at siga. Tað er næstan alt eftir, hvussu dystarmyndin sær út, og hvussu tað sær út inn í 2. hálvleik. Annars hava vit sjálvandi stora virðing fyri KÍ. Teir hava ein týðiligan "fótbóltssamleika" – men kanska teir hóska væl til okkum

Per-Mathias Høgmo er ein royndur venjari. 63-ára gamli norðmaðurin hevur áður stjórna norskum stórfeløgum sum Rosenborg, umframt Djurgården í Svøríki, og í trý ár var hann norsku landsliðsvenjari. Tá var Vegard Forren javnan á vøllinum fyri Høgmo, ið eisini kennir Magna Hoseth og Daniel Berg Hestad, KÍ-venjarar, væl sum fótbóltsspælarar, persónar og eisini frá venjaraskeiðum. Hann hevði nógv rós til føroysku fótbóltsmentanina eisini.

- Tað verður stuttligt at møta gomlum "næmingum" í einum Champions League-dysti. Nú havi eg fylgt føroyskum fótbólti væl í nógv ár, og kenni nógvar venjarar sum hava tikið PRO og annað, umframt nakrar spælarar. Tit hava eina sterka fótbóltsmentan her. Man sær hvussu høgt tit ganga upp í tað, og tað er ikki  tilvildarligt at føroysku liðini fáa góð úrslit í Evropa og A-landsliðið eisini.  Her býr ein kunnskapur till spæli og sanniliga eisini vilji og ovurhugi ( "passión"). Tað minnir nógv um Ísland, staðfesti Høgmo.

Häcken-venjarin endaði annars við at siga, at teimum dámdi væl at sleppa at spæla á graslíki. Tað hevur man eisini í Göteborg. Í gjár sluppu svensku meistaranir at royna tað við Djúpumýrar. Spurningurin er so, hvussu tað fer at eydnast teimum á tí í kvøld, har fyrsta bríksl er klokkan 19.45. Kringvarpið vísir dystin.

[object Object]
Per-Mathias Høgmo var fryntligur og rósti føroyskum fótbólti nógv (Mynd: Sverri Egholm)

Sí eisini: 
KÍ fyrireikar seg til at taka næsta fetið
Video: 
Hallur Hansson: - Man hevur eina sterka trúgv uppá tað
Magne Hoseth: Uppgerðin móti Hacken verður truplari

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder