Nakað av sól, nakað av vindi og síðani regn. Veðrið í Klaksvík er skiftandi í kvøld, nú spenningurin í býnum økist til Champions League-brakið.
Mads Boe Mikkelsen og Páll Andrasson Klettskarð vandu ikki við. Annars eru sum so allir spælararnir í hópinum til tøkir.
Sí eisini:
Hallur Hansson: - Man hevur eina sterka trúgv uppá tað
Bláa Bylgjan hevur upphiting frá klokkan 17.30
KÍ skal aftur basa oddsunum
Í KÍ-leguni er man varugur við, at hetta helst verður ein truplari uppgáva at loysa enn tann móti Ferencvárosi. Fullsett verður við Djúpumýrar í annaðkvøld, har beint yvir 1.300 fólk vera til staðar, og níggju upptøkutól frá Kringvarpinum filma dystin.
Her eru nakrar myndir frá venjingini í dag:
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald