Ein truplari uppgáva enn hon móti Ferencvárosi - millum annað tí at Häcken er mitt í sínum kappingarári.
Hetta staðfestir norski høvuðsvenjarin hjá KÍ í samrøðu við Portalin undan seinastu venjingini hjá KÍ upp til dystin móti svensku meistarunum í morgin.
Hann fegnast um víðari pláss í Champions League, men Magne Hoseth staðfestir, at KÍ-spælararnir skjótt noyddust at koma niður á jørðina aftur. Eisini tí at hetta, sum kemur nú, fer at krevja alt av teimum.
Magne Hoseth gleðir seg til at KÍ skal spæla fyri fullum áskoðaraplássum í 2. umfari í Champions League í morgin, og at tað kann gerast dreymakent.
Fyrsta bríksl við Djúpumýrar í morgin verður klokkan 19.45. Kringvarpið vísir dystin.
Sí eisini:
Bláa Bylgjan hevur upphiting frá klokkan 17.30 í morgin
KÍ fyrireikar seg til at taka næsta fetið
Hallur Hansson: - Man hevur eina sterka trúgv uppá tað
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald