Nú bendir okkurt á, at norðmaðurin Magnus Carlsen kann endurvinna heimsmeistaraheitið áðrenn øll 14 talvini eru telvað.
Fyri tveimum døgum síðani legði norski heimsmeistarin við hvítum fólki seg á odda í kappingini, tá hann vann eitt maratontalv í 136 leikum, har telvað varð í næstan átta tímar.
Í gjár samdust HM-telvararnir um javntalv eftir 41 leikir.
Í dag hevði Magnus aftur hvíta fólkið, og hann vann rættiliga lættliga sín annan sigur í hesi kappingini.
Tað kom sera óvæntað, at Jan Nepomniachtchi gjørdi eitt stórt mistak, og spældi ein leik, sum fekk HM-avbjóðaran at líkjast einum avbjóðara.
Síðani var ongin ivi um hvør fór at vinna. Russarin royndi at leingja talvið í vónini at finna ein møguleik fyri javnleiki, men hetta eydnaðist ikki.
Magnus Carlsen liggur nú á odda 5-3. 14 talv verða telvað - tann, sum fyrst kemur upp á 7,5 stig, er heimsmeistari. Stendur á jøvnum eftir 14 talv, verður heimsmeistaraheitið avgjørt við snar- og kviktalvum.
Jan Nepomniachtchi (Mynd: EPA)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald