Annað

Talvkapping á netinum leygardagin

Kappingin verður liður í Grand Prix kappingunum.

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2020-03-27 20:09 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Tað eru tvær vikur síðani, at løgmaður boðaði frá, at tað føroyska samfelagið fór niður í ferð. Eins og við nógvum øðrum almennum tiltøkum, bleiv øll telving løgd lamin alt fyri eitt.

Men leygardagin verður so aftur talvkapping. Tað er sjálvandi ikki møguligt at hava eina vanliga talvkapping, men Talvsamband Føroya hevur avgjørt, at ein roynd verður gjørd, við at hava eina talvkapping á netinum.

Kappingin verður partur av Grand Prix kappingunum, sum hava verið gjøgnum veturin. Men øll kunnu luttaka í kappingini, eisini um mann ikki hevur verið við til kapping fyrr.

Kappingin verður leygardagin kl. 18. Telvað verður á heimasíðuni chess.com. Meira kann lesast um kappingina her: https://faroechess.com/?p=5035

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder