Fótbóltur

Tann loyniligi fótbóltsspælarin vitjar í Føroyum – á Tonik í mai

Høgi, reyðhærdi maðurin hevur spælt nógv í Premier League og skelkað enska fótbóltsheimin við sínum avdúkingum. Nú arbeiðir bretin sum venjari, fyrilestrahaldari og við ymiskum innan ítróttarsálarfrøði - í næsta mánaði kemur hann til Føroyar.

Hvør er hesin loyniligi fótbóltsspælarin? Tað var spurningurin, sum milliónir spurdu seinastu 15 árini. Bókin ”I Am The Secret Footballer” frá 2012 gjørdist ógvuliga vælumtókt og verður millum annað nýtt sum undrvísingartilfar nógva staðni í Bretlandi

Hvør er hesin loyniligi fótbóltsspælarin? Tað var spurningurin, sum milliónir spurdu seinastu 15 árini. Bókin ”I Am The Secret Footballer” frá 2012 gjørdist ógvuliga vælumtókt og verður millum annað nýtt sum undrvísingartilfar nógva staðni í Bretlandi

2026-04-17 15:14 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Hvør er hesin loyniligi fótbóltsspælarin? Tað var spurningurin, sum milliónir spurdu seinastu 15 árini. Bókin ”I Am The Secret Footballer” frá 2012 gjørdist ógvuliga vælumtókt og verður millum annað nýtt sum undrvísingartilfar nógva staðni í Bretlandi.

Har avdúkar táverandi yrkisspælarin millum annað myrku síðuna av fótbóltinum: Hvussu tað er at spæla í Premier League og deildunum niðri undir – og allatíðina vera undir trýsti. Umframt hetta vera loynidómar avdúkaðar, og eitt serligt innlit verður givið í fótbóltsheimin. Tað hevði fótbóltsspælarin frammanundan gjørt í nógv umrøddum klummum hjá stóra miðlinum “The Guardian”.

[object Object]
Dave Kitson var við at fáa Reading upp í Premier League á fyrsta sinni í 2006 og hevur flest mál á heimavølli felagsins - hann hevur spælt og skorað í øllum ensku yrkisdeildunum og hevur nógv at fortelja og hugleiða um. Her í dysti á Anfield móti Liverpool.

Maðurin hevur síðani sett nógv orð á sinnisliga heilsu og arbeitt við ítróttarsálarfrøði. Síðani høgi og reyðhærdi maðurin gavst at spæla fótbólt hevur hann verið venjari – við egna akademiið.

Hann er ein nógv umbiðin fyrilestrahaldari, og nú er greitt, at ”tann loyniligi fótbóltsspælarin” kemur til Føroya í næsta mánaða.

Nógv umrøddi fótbóltsspælarin verður ein fyrilestrahaldari á Tonik, sum verður í Silo 8. Mai. Her fer hann eisini at svara spurningum.

Fyrst verður tað ein fyrilestur, sum eitur "What is not good for the hive is not good for the bee".

Hesin snýr seg um at skapa eina sterka mentan, um teamwork og sálarfrøði í serliga ítrótti.

[object Object]

Tað verður eisini eitt “Audience við Dave Kitson”, sum verður samskipað við FM1.

Dave Kitson. Nú er tað navnið alment. Tað gjørdist tað í februar mánaða, tá 46-ára gamli onglendingurin endiliga váttaði, at hann var tann loyniligi.

Hetta høvdu nógv gitt áðrenn – millum annað danska sjónvarpsrásin 6’arin, sum hevði rættindini til Premier League áður.  Skjótt verður Dave Kitson at síggja og hoyra í Føroyum.

Í besta Sherlock Holmes-stíli avdúkaði Kian Fonoudi, at Dave Kitson man vera samleikin aftanfyri "The Secret Footballer"

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder