Føroyska U19-landsliðið hjá monnum hevur fyrrapartin spælt sín seinasta dyst í Scandinavian Open, ið Føroyar, Danmark, Noreg og Svøríki nýta til at fyrireika seg til EM-kappingarnar, ið fara í gongd heilt skjótt. Føroyar skulu til EHF Championship kapping í Bulgaria, ið er eitt slag av B-EM - gull har gevur atgongd til EM-endaspælið fyri U20-landslið næsta ár. Hini liðini skulu til EM-endaspæl fyri U19-landslið, ið byrjar í vikuni.
Føroyingar vóru á odda fyrstu løtuna, men so kom Danmark frammum. Liðini fylgdust tó tætt restina av hálvleikinum og skiftust so at siga at skota. Tað var álopsspælið, ið var í høvuðsætinum, og tað koyrdi væl hjá báðum liðunum. Okkara verja fekk als ikki tamarhald á dønum, og tað tykist sum at time'ingin ikki sat, og at megin til at koma í takklingarnar ikki heilt var har. Skotini sum Pauli ella Sasha, ið var inni eina løtu, skuldi royna at bjarga, komu sum oftast frá fríum støðum. Seinastu løtuna av fyrra hálvleiki høvdu málverjarnir hjá Føroyum hvør sína góða bjarging av vonginum, men tað var danski málverjin, ið tók miera frá. Hann varð kosin til besta leikara hjá Danmark og fekk millum annað gott fatur á Hákun West av Teigum.
Danir økti um leiðsluna fyrra helmingin av seinna hálvleiki, har føroyingarnir høvdu heldur ilt við at skora, hóast álopini oftast vórðu sett heilt væl upp. Elias á Skipagøtu fekk fimm mál í dag, men tað var serliga í partinum at skipa spælið og at flyta bóltin á røtt stað og við rættari ferð, at hann kein í dag. Sävehof leikarin hevði minst helmingin av uppleggunum hjá føroyska liðnum. Mittún-brøðurnir skoraðu samanlagt ellivu mál, og bert 16-ára gamli Óli hevði fleiri heilt góð gjøgnumbrot og trygg skot og gjørdist føroyskur topppskjútti við seks málum.
Tað var ikki fyrrenn seinasta partin av dystinum, at føroyska verjan, og serliga Pauli Jacobsen, fekk tak á. Nógvar góðar bjargingar og føroysk mál í hinum endnaum gjørdu, at veruligur spenningur kom í ð, men Føroyar komu tíverri ikki nærri enn tvey mál.
Dystirnir í Lund hetta vikuskifti heava verið góð fyrireiking hjá liðnum hjá Juliani Johansen og Mark Lausen-Marcher til kappingina í Bulgaria, har Føroyar fara at spæla ímóti liðnum, sum á pappírinum eru veikari enn mótsstøðuliðni í Scandinavian Open.
Scandinavian Open, 3. umfar
Lund, Svøríki - Sunnudagin 08.08
Føroyar - Danmark 28-30 (15-17)
Dystargongdin:
5 min: 2-1
10 min: 5-6
15 min: 8-9
20 min: 11-13
25 min: 14-15
35 min: 16-19
40 min: 18-21
45 min: 21-25
50 min: 23-27
55 min: 25-28
Málskjúttar hjá Føroyum:
Óli Mittún 6
Elias Ellefsen á Skipagøtu 5 (1)
Pauli Mittún 5
Sveinur Olafsson 3
Janus Dam Djurhuus 3
Hákun West av Teigum 2
Bogi Hansen 2
Viktor Nørling Gaini 2
Bjargingar:
Pauli Jacobsen 10
Aleksandar Sasha Lacok 1
Dagsins leikari hjá Føroyum:
Viktor Nolyng Gaini
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald