Fótbóltur

TB hevur sett høvuðsungdómsvenjara

Kian Røn hevur royndir úr næst bestu fótbóltsdeildini í Danmark.

2019-01-25 09:10 Author image
Ari av Rana
placeholder

Nýggi høvuðsungdómsvenjarin eitur Kian Røn og er hann 33 ára gamal. Kian hevur royndir sum leikari í næstbestu donsku deildina, áðrenn skaðar forðaðu honum víðari. Síðani tá hevur Kian hildi seg innan fótbóltsheimin sum venjari, og tey seinastu 10 árini verið venjari á øllum niveaum. Hann hevur góðar royndir frá dreingja- og gentusíðuni, umframt at hann hevur vant kvinnur og menn.

Av spennandi royndunum hjá Kian, kunnu okur nevna at hann í 2013-2014 var talentvenjari í navnframa danska felagnum AGF, har hansara uppgáva var at venja útvaldar tekniskar førleikar hjá leikarunum. Kian kemur til TB frá einum venjarastarvi í Silkeborg IF, skrivar TB á heimasíðuni.

Sum høvuðsungdómsvenjari kemur Kian at vera tilstaðar tá venjingar eru við Stórá, klárur at vegleiða og stuðla okkara lokalu venjarum, og tryggja at leikararnir fáa sum best burtur úr til venjingunum.

Kian kemur til landið 30.januar.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder