Fótbóltur

TB og B71 berjast um uppflyting til tað seinasta

TB hevur fyrimunin undan dystinum í Hoyvík. B71 spælir í Klaksvík og skal vera til reiðar at taka av. Avgerandi dystirnir í seinasta umfari í 1. deild verður klokkan 16.15 fríggjadagin.

TB og Gilli Rólantsson hava havt eina góða gongd seinastu tveir mánaðirnar og serliga síðani landsliðssteðgin í september, har TB hevur vunnið fimm av seks dystum. Nú er alt í teirra hondum undan seinasta umfari (Savnsmynd: Sverri Egholm)

TB og Gilli Rólantsson hava havt eina góða gongd seinastu tveir mánaðirnar og serliga síðani landsliðssteðgin í september, har TB hevur vunnið fimm av seks dystum. Nú er alt í teirra hondum undan seinasta umfari (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2024-10-24 12:41 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Uppflytingarstríðið í 1. deild hevur verið javnt so at siga alt árið. FC Suðuroy hevur tó leingi staðið best í tí, og leygardagin tryggjaði liðið hjá Pól Thorsteinsson sær aðru uppflytingina á rað.

Sí eisini: 
Uppflyting tvey ár á rað
Víkingur hevur vunnið 1. deild - FC Suðuroy flytir upp

Harvið er eitt uppflytingarpláss eftir. Hetta kappast TB og B71 um.

TB fekk bert eitt stig tríggjar teir fyrstu dystirnar eftir summarsteðgin, men síðani 11. august hevur niðurflytarin spælt átta dystir og ongan tapt. TB hevur vunnið fýra av teimum seinastu fimm, og aldursforsetin liggur harvið til uppflyting nú.

Tað var í nógv umrødda dystinum móti B71 5. oktober, at TB fór framvið B71. TB nýtti fýra útskiftingar í fýra ymiskum støðgum. Hetta er ikki rætt eftir reglunum, men hetta fall undir ein umsitingarligt mistak hjá dómaratoymi og liði, og TB fekk bót og ikki stigamiss.

Sí eisini: Útskiftingin við Stóra fær ongar avleiðingar

Í seinastu viku syrgdu ungir suðuroyingar fyri, at TB helt frástøðuna til B71, sum samstundis vann heili 7-0 á HB. Tað er bert eitt stig, sum skilir partarnar undan seinasta umfari í morgin.

Hetta merkir, at um TB vinnur, so flytir liðið uppaftur. Eitt eins gott úrslit sum B71 kann eisini vera nóg mikið (bæði javnleik til dømis), men B36 kann eisini sníkja seg frammum bæði. Til hetta krevst ein sigur á útivølli móti gullvinnarunum Víkingi, og at hini bæði liðini ikki vinna.

Um hetta seinasta, og ósannlíka, hendir, so skal liðið, sum endar á 4. pláss spæla um upp- og niðurflyting móti nummar níggju í Betrideildini.

B71 skal royna at gera sítt í Klaksvík og vóna, at TB snávar í Hoyvík. FC Hoyvík er flutt niður, men liðið hevur bert spælt tættar í seinnu hálvu. Trýstið er á TB, sum hevur nakrar heilt royndar spælarar, men eisini fleiri blaðungar. 

Allir dystirnir í morgin, fyriuttan tann í Vági, verða spældir klokkan 16.15. Portalurin verður á staðnum í Hoyvík

1. deild menn, 27. og seinasta umfar
Í morgin, fríggjadagin 25.10

FC Hoyvík - TB
KÍ - B71
Víkingur - B36
HB - AB

15.45: FC Suðuroy - NSÍ

Støðan: 
1. Víkingur 51 stig *
2. FC Suðuroy 45 stig **
3. TB 42 stig
--------------------------
4. B71 41 stig
5. B36 41 stig
6. AB 37 stig
7. NSÍ 31 stig
8. KÍ 30 stig
--------------------------
9. FC Hoyvík 20 stig ***
10. HB 12 stig ***

*Vinnari
**Flutt upp
*** Flutt niður

Gevur beinleiðis uppflyting

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder