Hondbóltur

Team Klaksvík basti Neistanum í gysara

Neistin var á odda meginpartin av dystinum í Klaksvik, men heimaliðið hekk í, og málverjin gjørdist avgerandi.

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2020-10-29 22:03 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Neistin hevði møguleikan at leggja seg á odda í Burn-deildini og var eisini á veg at gera tað í Klaksvík í kvøld, men Team Klaksvík vildi tað øðrvísi og vann 33-32.

Tað leikaði javnt á fyrstu løtuna, men so dró Neistin frá. Heimaliðið gjørdi nøkur mistøk í álopsstøðu og fekk ikki fatur í verjupartinum. Tað var málverjin, Strahinja Popovic, ið helt Team Klaksvik inni í dystinum við fleiri frálíkum bjargingum, men serliga Rasmus Søby megnaði at fáa mál fyri Neistan. Danin skoraði sjey mál í fyrra hálvleiki.

Í øðrum hálvleiki varð Søby hildin til eitt mál - Ludvík Súnason fór at mansverja hann seint í dystinum, og hetta órógvaði spælið hjá Neistanum. Teir ungu tóku ábyrgd í øðrum hálvleiki, men heimaliðið hekk allatíðina við.

Munurin var ofta fýra mál, men tá tveir minuttir vóru eftir legði Sámal á Tjaldrafløtti Team Klaksvík á odda fyri fyrstu ferð síðani miðskeiðis í fyrra hálvleiki. Vælleikandi Julian Kragesteen javnaði til 32-32 í næsta álopinum, men Vuk Stevanovic svaraði aftur í hinum endanum. Neistin hevði beint yvir ein hálvan minutt, men “Popo” í málinum hjá Team Klaksvík tók skotroyndina, og so var stór frøi á teimum mongu norðoyingunum í Badmintonhøllini.

Team Klaksvík hevur nú vunnið á KÍF, H71, umframt á Neistanum, og hevur seks stig. Neistin hevur framvegis 10 stig og er á øðrum plássi.

Valentino Valentakovic skoraði heili 12 mál fyri heimaliðið. Høgi kroatin gekk av álvara á odda við málskjótinginini í øðrum hálvleiki.

Støðan í Burn-deildini

1. VÍF 11 stig (7 dystir)
2. Neistin 10 stig (8 dystir)
3. H71 9 stig (6 dystir)
4. KÍF 8 stig (8 dystir)
5. Team Klaksvík 6 stig (7 dystir)
6. Kyndil 4 stig (8 dystir)
7. StÍF 4 stig (8 dystir)

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder