Fokus var í dag á seinnu hálvfinalurnar í kappingini um FM. Tær vóru í ávíkavist Hoyvík og í Høllini á Hálsi, og báðar gjørdust spennandi; serliga grannauppgerðin í Havn:
Les eisini:
Hoyvikingar svaraðu aftur
Neistin tryggjaði triðju hálvfinalu eftir drama á Hálsi
Í kappingini í niðara endaspæli var ein dystur í dag. Hann var á Skála, har Team Klaksvík var á vitjan. Klaksvíkingar vunnu í fyrsta dystinum í lítlu kappingini mikukvøldið. Tað var í Kollafirði, og tað var fyrsti sigurin hjá Team Klaksvík í eitt hálvt ár.
Aftur í dag gjørdi Team Klaskvík bart og vann. Tað var talan um javnan 1. hálvleik við fáum málum. Útiliðið var á odda við einum og tveimum málum í fleiri førum, men tað var púra javnt, tá steðgur var.
Miðskeiðis í 2. hálvleiki trekti Team Klaksvík tó frá og koyrdi sigurin heim. Í grundspælinum var einasti sigur hjá Team Klaksvík móti StÍF. Sigurin á KÍF mikukvøldið var fyrsti útisigur hjá liðnum í ár, og í løtuni liggja teir í Klaksvík væl fyri til at vinna kappingina, har liðini spæla heima og úti móti hvør øðrum, og har vinnarin fær eina peningaupphædd á 10.000 krónur.
StÍF - Team Klaksvík 19-25 (9-9)
Toppskjúttar: Rani A. Højgaard 6 mál, Christoffer Madsen 7 mál
Týskvøldið tekur KÍF ímóti StÍF.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald