Ein dystur var í Burn-deildini í gjárkvøldið. Hann var í Høllini á Hálsi.
Talan var um dyst nummar fimm hjá hesum báðum liðum í hesum kappingarárinum. Neistin og Team Klaksvík høvdu tvey stig (ein sigur) hvør, og tí var talan um týdningarmiklan dyst.
Heimaliðið byrjaði nakað betri og var á odda við tveimum málum, tá Hanus Árason miðskeiðis í hálvleikinum fekk beinleiðis reytt kort. Hetta var ein smeitur fyri teir í bláum, Team Klaksvík tók yvir og kom fyrstu ferð á odda í dystinum, tá fýra minuttir restaðu í av fyrra hálvleiki.
Í steðginum var munurin trý mál, og Team Klaksvík hevði veruliga yvirvág fram til seinna helmingin av seinna hálvleiki. Tað gingu næstan tíggju minuttir uttan eitt Team Klaksvík-mál, og Neistin kom á javnt við fýra málum á rað.
Útiliðið vann tó síðstu stóru seks minuttirnar 5-2 við millum annað tveimum málum frá vestmenninginum Jóhan í Garðastovu, ið gjørdist javnsettur toppskjútti hjá útiliðnum, og tveimum frá Beiniri Johannesen.
Harvið ein umráðandi sigur hjá Team Klaksvík, ið nú hevur fýra stig og er á 4. plássi, og ein góðan byrjan hjá nýggja venjaranum, Borce Markovski.
Fagnaður í skiftingarrúminum hjá Team Klaksvík í gjárkvøldið (Mynd: Team Klaksvík)
Kyndil og KÍF spæla í annaðkvøld í høllini á Hálsi - Team Klaksvík tekur móti StÍF leygardagin.
01.11, Høllin á Hálsi
Neistin - Team Klaksvík 25-28 (12-25)
Toppskjúttar:
Tróndur Kragesteen 7 mál, Ísak Vedelsbø 6 mál
Jens Pauli Mohr og Jóhan í Garðastovu 6 mál
Dómaraseðilin sæst her
Støðan
1. VÍF 11 stig (6 dystir)
2. KÍF 8 stig (5 dystir)
3. H71 6 stig (6 dystir)
4. Team Klaksvík 4 stig (5 dystir)
5. StÍF 3 stig (4 dystir)
6. Neistin 2 stig (5 dystir)
7. Kyndil 2 stig (5 dystir)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald