Í síðstu viku gjørdist greitt, at Heini Hanusarson var givin sum venjari hjá Team Klaksvík. Hann tók við miðskeiðis í kappingarárinum í fjør, men vantandi útlit til líkinda úrslit vóru sambært Heina orsøkin til, at felagið nú aftur noyddist at fara at leita eftir venjara.
Viðkomandi varð skjótt funnin og hevði hann í gjár sína fyrstu venjing við liðnum. Talan er um um 52 ára gamla Borce Markovski, ið er úr Norður Makedonia. Hann hevur áður hevur vant besta mansliðið og ungdómslið hjá StÍF og hevur síðstu mánaðirnir verið høvuðsungdómsvenjari í ÍA á Argjum. Hetta heldur hann fram við.
- Team Klaksvík ynskir at takka ÍA fyri, at møguligt hevur verið at fingið hesa avtaluna í lag.
Norðlýsið skrivar um Borce, at talan er um fakliga sterkan venjara, sum er Master Coach Licence frá EHF og hevur útbúgving innan Physical Sport and Health.
Team Klaksvík hevur tvey stig fyri fýra dystir hetta kappingarárið.
Óli á Gravarbø, formaður í Team Klaksvík, saman við Borce Markovski (Mynd: Norðlýsið)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald