Hondbóltur

Team Klaksvík út í Evropa við nýggjum venjara

Í gjárkvøldið skrivaði Norðlýsið, at felagið úr Klaksvík fer at spæla í Evropa Cup, og at Finnur Hansson tekur við aftur sum høvuðsvenjari.

2023-06-30 17:35 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Team Klaksvík varð stovnað í 2006, av tí at tað eingin mans- og dreingjahondbóltur var í Stjørnuni longur. Fyrstu mongu árini bygdi felagið seg upp, og tað tók tíð hjá besta mansliðnum at finna støðufesti í fremstu deildini.

Onkur ár hava verið ógvuliga tung men onnur góð, og tvey ár á rað hevur liðið vunnið sær 3. plássið. Tað gevur bronsuheiðursmerki, men tað gevur í roynd og veru eisini rættin til at luttaka í einum av kappingunum hjá EFH. Nú hevur Team Klaksvík tikið avgerð um at fara við í Euopean Cup, og hetta er fyrstu ferð nakrantíð, at manslið í Klaksvík fer at spæla altjóða dystir. Tað skrivaði Norðlýsið í gjár.

- Føroyar eiga fýra pláss, har vit eiga eitt sum nummar trý. Vit eru á einari bylgju nú, har hetta passar væl inn í mun til, hvar føroyskur hondbóltur er. Eisini í Klaksvík, har Team Klaksvík veksur og veksur. Men hetta er eisini ein gularót til leikararnar. Tað er ikki fyrr enn hesi seinastu árini, at vit hava fingið góð úrslit. Fíggjarliga veldst um, hvar vit skulu spæla, men tað kostar helst eini 100.000-150.000 kr. og í ringasta føri nakað hægri. Vit skulu út at skaffa nakað av pengum, men vit hava eisini ein heimadyst. Mær vitandi er hetta fyrsti Evropadystur í mannfólkahondbólti í Klaksvík, so tá vænti eg stóran uppbakning bæði frá norðoyingum og øllum føroyingum. Vanliga eru fleiri áskoðarar til slíkar stórar dystir

Hetta sigur Óli á Gravabø, formaður í felagnum, við nordlysid.fo. Harvið skriva klaksvíkingar søgu, og fara eisini at stíla hægri og spenna bogan fram ímóti dystunum í oktober; millum annað við at seta fysiskan venjara.

Við hesum er eisini greitt, at íhvussu er trý føroysk manslið fara at spæla í tí triðbestu evropeisku kappingini í 2023/2024 - EHF European Cup er undir Champions League og European League. Umframt Team Klaksvík, eru tað føroyameistararnir H71 og nummar tvey, og vinnarin av grundspælinum, VÍF. Hjá kvinnum fara greipuvinnararnir H71 at spæla í European Cup triðja árið á rað, og Neistin verður eisini við í ár. 

[object Object]
Eins og vestmenningar fara Beinir Johannesen og hinir hjá Team Klaksvík á flog í heyst (Mynd: Sverri Egholm)

Finnur Hansson aftur í Klaksvík

Í gjárkvøldið varð nýggja venjaratoymið hjá Team Klaksvík eisini kunngjørt. Seinastu tvey árini hevur besta mansliðið í Klaksvík fingið nýggjan høvuðsvenjara mitt í kappingarárinum. Borce Markovski úr Norðurmakedónia var eisini høvuðsungdómsvenjari hjá ÍA á Argjum, og samstarvið við hann helt ikki fram.

Nú verður tað Finnur Hansson, ið skal standa á odda fyri liðnum. Íslendingurin, sum hevur verið so leingi í Føroyum, spældi við nógvum ymiskum feløgum og var leingi ein profilur í bestu føroysku mansdeildini. Hann hevur millum annað verið venjari hjá júst Team Klaksvík og seinastu árini hjálparvenjari hjá kvinnulandsliðnum, umframt ungdómslandsliðsvenjari

- Síðani eg fór, havi eg fylgt væl við gongdini. Tað hevur verið stór framgongd í felagnum og leikararnir hava ment seg. Eg havi verið nógv um landslið, men havi saknað felagshondbólt, og nú vísti Team Klaksvík áhuga við spennandi ætlanum fyri komandi kappingarár. Vit ynskja at menna alt felagið soleiðis, at Team Klaksvík blívur eitt støðugt felag og eitt av størstu feløgunum

Hetta segði Finnur Hansson við Norðlýsið í gjár. Til at hjálpa honum hevur Team Klaksvík sett Jón Jacobsen, sum í fleiri ár spældi á besta liðnum. Síðstu árini hevur klaksvíkingurin eisini hjálpt til á venjarasíðuni.

[object Object]
Jón Jacobsen, hjálparvenjari, Óli á Gravarbø, formaður og Finnur Hansson, høvuðsvenjari (Mynd: Norðlýsið)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder