Í morgun byrjaði túrurin hjá Team Rynkeby Føroyum í Klaksvík, og síðani hevur verið vitjað á Toftum, í Saltangará, á Glyvrum og í Streymnesi. Klokkan 18.30 í kvøld kemur súkkluliðið so til Havnar.
Tey savnast øll til eina móttøku á Perlutorginum, har varaborgarstjórin í Tórshavnar kommunu, Annfinn Brekkstein fer at halda eina røðu fyri teimum, áðrenn tey gera klárt at fara av landinum seinni í kvøld, skrivar Tórshavnar kommuna.
Leygardagin 9. juli leggur Norrøna at í Hirtshals, og tá byrjar súkkluferðin av álvara. Næstu vikuna súkklar liðið gjøgnum Danmark, Týskland, Holland, Belgia og Frakland, og endar ferðin í franska høvuðsstaðnum París leygardagin 16. juli. Tá hava súkklararnir væntandi fingið 1.377 kilometrar í beinini.
Tilsamans 60 fólk – harav 48 súkklarar – fara við í hópinum við Norrønu til Danmarkar í kvøld.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald