Á middegi í dag vitjaði Team Rynkeby uttanfri býráðshúsið í Eysturkommunu.
Fleiri borgarar vóru møttir at heilsa uppá súkklararnar, og borgarstjórin í Eysturkommunu gav teimum eina heilsan. Eisini var okkurt gott til at leska sær við og søtt at fáa.
Súkklað verður úr Klaksvík til Havnar í dag við ymsum steðgum, og í kvøld fara 48 súkklarar og 12 hjálparfólk við Norrønu til Danmarkar.
Tá komið er til Hirtshals leygarmorgunin byrjar súkkluferðin av álvara. Næstu vikuna súkklar liðið gjøgnum Danmark, Týskland, Holland, Belgia og Frakland. Tá ið ferðin endar í París í Fraklandi leygardagin 16. juli, hava súkklararnir fingið 1377 km í beinini.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald