Sera nógv skal ganga rætt í kvøld, um KÍ skal spæla seg víðari ímóti Luzerm í 2.umfari í Europa League. Liðið hjá Mikkjal Thomassen tapti 1-0 í Sveis, har málið kom í 93. minutti. Harvið skulu sveisarar helst ikki skora í kvøld.
Tað verða teir somu ellivu, ið byrja dystin fyri KÍ:
Kristian Joensen – Jóannes Danielsen, Jesper Brinck, Deni Pavlovic, Ísak Simonsen –Jóannes Bjartalíð, Semir Hadzibulic, Jákup B. Andreasen, Simen Sandmæl, Patrik Johannesen - Páll A. Klettskarð
Á heimasíðuni hjá UEFA sær tað út sum ein 4-4-2, men tað er helst ein 4-5-1, eins og tað var í Sveis, við Patrik Johannesen sum vinstra kanti og Simen Sandmæl á sentrala miðvøllinum.
Á bonkinum hjá KÍ eru bert seks mans: Geza Turi, Torbjørn Grytten, Jonn Johannessen, Børge Petersen, Boris Dolsjak, Steinbjørn Olsen.
Í mun til seinast eru Ólavur Niclassen, Magnus Stamnestrø og Darius Lewis ikki tøkir. Meinhardt Joensen er framvegis skaddur, og Óli Eyðsteinsson Poulsen fór undir skurð í morgun.
Dysturin kann stroymast hjá Televarpinum. Vit fylgja gongdini á Svangaskarði, hava myndir, dystarfrásøgn og viðmerkingar eftir dystin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald