Fepurin frá EM-endaspælinum er ikki burtur, og nú hugsavnar man seg um at vinna eitt HM-pláss, sum vildi verið enn eitt fet í skjótu og stuttligu menningini.
Hetta staðfestir sterki strikuspælarin úr Havn til venjing í Hoyvík. 28-ára gamli Teis Horn Rasmussen víst seg væl fram í Berlin í januar - so væl at íhvussu er okkurt felag úr Bundesliguni hevur víst áhuga.
Teis er tó sáttmálabundin til Aarhus í næstbestu donsku deildini og hugsar ikki so nógv um tað. Nú er tað heimadysturin á Hálsi um HM-pláss í morgin: Har skal eitt gott úrslit - helst ein sigur - um hetta skal bera til, staðfestir strikuspælarin.
Hann hevur brotið nøsina, men hetta verður eingin trupulleiki, sigur hann smílandi. Hoyr alla samrøðuna ovast.
Sí eisini: Elias, Kjartan og Óli vandu ikki
Sí eisini: Video: - Royni at venja meg við verndarbrillurnar
Sí eisini: Arbeiða nógv við yvirtali og undirtali
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald