Hondbóltur

Teis: Eg eri klárt tann penari beiggin

Trettan mál er heilt absurd, sigur Ísak um sigurin á Montenegro. "Beiggjarnir" eru samdir um, at avrikið var gott, men eru ósamdir um hvør teirra fær ágóðan, tá ið fólk siga, at teir líkjast.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2026-01-19 14:00 Author image
Tormóður Petursson Djurhuus
placeholder

Ísak Vedelsbøl og Teis Horn Rasmussen áttu lyklaleiklutir, tá ið Føroyar stórsigraðu á Montenegro.

Ísak spældi allan dystin í miðverjuni og í álopinum, og 21-ára gamli Sävehof-spælarin stóð ógvuliga sterkur í myndini. Teis kom inn fyri Pætur Mikkjalsson um miðjan fyrra hálvleik, og samstarvið var allatíðina sterkt.

Sí eisini: Pætur: - Vit vóru ógvuliga væl fyrireikaðir og fjøldin var einastandandi

[object Object]
Krútsterk føroysk verja (Mynd jn.fo)

[object Object]
[object Object]
Stórur fagnaður á stóru og sterku monnunum (Mynd: Sverri Egholm)

Føroyska verjan, við "beiggjunum" í brennideplinum, megnaði at halda montenegrobúgvum niðri á 24 málum. Til samanberingar, so skeyt Montenegro heili 40 mál í fyrsta umfari, ímóti Slovenia, ið føroyingar skulu deila vøllin við, í morgin.

Montenegro skulu aftur í eldin í morgin, tá ið teir møta Sveis. Um Montenegro megnar at leika javnt ella vinna, so eru Føroyar tryggjaðar pláss í millumrundini.

Les meira: Føroyar kunnu spæla seg víðari við stigi móti Slovenia týskvøldið

Sí samrøðu við Teis Horn Rasmussen og Ísak Vedelsbøl ovast

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder