Hondbóltur

Teis og teir tóku fyrsta fetið móti uppflyting

Aarhus vann 31-26 í gjár - eydnast tað at vinna í Skive fríggjakvøldið, so bíða tveir avgerandi dystir móti liðið úr bestu deildini.

Landsliðsstrikuspælarin er í stríði fyri at vinna Aarhus pláss í Herreligaen (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Landsliðsstrikuspælarin er í stríði fyri at vinna Aarhus pláss í Herreligaen (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2025-04-22 13:43 Author image
Agnar Prestá
placeholder

HØJ Elite og Pauli Jacobsen tóku einasta beinleiðis uppflytingarplássið , og nú spæla nummar tvey og trý í næstbestu donsku deildini. Hetta um rættin at spæla upp-og niðurflytingarpláss móti taparanum av niðara endaspælinum í fremstu deildini.

Tað er "best av trimum" - ella fyrst upp í tveir sigrar - og í gjár var fyrsti dysturin millum Aarhus og Skive.

Teis Horn Rasmussen og Peter Krogh er í hópinum hjá liðnum, har Peter Bredsdorff-Larsen er í nevndini. Peter Krogh er tó langtíðarskaddur í løtuni.

Teis gjørdi sítt í gjár, tá Skive vitjaði. Hetta við góðum verjuinnsatsi og trimum málum í 31-26 sigrinum.

Aarhus var greitt omaná tað mesta av dystinum, og um tað eisini eydnast at vinna í Skive fríggjakvøldið, so bíða avgerandi dystir móti einum liði, sum í ár hevur spælt í fremstu donsku deildini.

Tað vildi verið gott fyri Teis Horn Rasmussen at spælt í fremstu donsku deildini. Sum skilst hevur ein ávísur áhugi verið fyri 29-ára gamla strikuspælaranum, hvørs framtíð ikki heilt er komin uppá pláss.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder