Frá Århus til Suðurjútland - Teis Horn Rasmussen skal komandi tvey árini spæla fyri TM Tønder.
Hann fór frá Neistanum til danska felagið seinasta summar, og skal nú royna seg í øðrum felagið í deildini:
- Eg havi havt eitt heilt gott kappingarár í HEI, har vit tíbetur endaðu við at klára at halda okkum upp. Nú kenni eg meg til reiðar til næsta fetið á mínari hondbóltsleið, og gleði meg at koma til TM Tønder og menna meg víðari.
Hetta sigur Teis í útmelding í einum tíðindaskrivi, ið TM Tønder hevur gjørt í dag. Har sigur stóri og sterki leikarin eisini, at hann gleðir seg til at hava heimavøll í høllini í Tønder, har stemningurin er góður.
Mynd: TM Tønder
Í Tønder gleða tey seg eisini at fáa 24-ára gamla føroyingin til felagið, sum er 1,94 metrar høgur og vigar 100 kilo, skrivar felagið. Hann verður lýstur sum ein við stórari orku, sterkum vinnaramentalitet og við góðum leiðsluevnum - ein ið gongur á odda. Hann verður sæddur sum ein sera dugnaligur verjuleikari, sum á 3'ara plássinum (í miðverjuni) dugir væl at meta um støður og at plasera seg.
Á A-landsliðnum fekk Teis eitt sítt gjøgnumbrot í Luksmborg í januar, tá hann í HM-undankappingardystunum veruliga vísti sína styrki í vejrupartinum.
Tað bendir eisini á, at Tønder fer at nýta hann mest har, tí teir vísa á at hann fekk meira og meira spælitíð í HEI í fjør, serliga í verjuni, har hann menti seg væl. Tó fer Teis eisini at verða nýttur í strikuni í álopinum, og tað at hann er umskúlaður frá bakspælara til strikuleikara ger, at hann er dugnaligur til at dríva bóltin fram sum bakspælari í kontraspælinum, skrivar Tønder í tíðindaskrivinum.
Niklas, ið javnan hevur verið við A-landsliðnum, hevur verið darvaður av skaðum (Mynd: Sverri Egholm)
Niklas Simonsen, ið Teis var á U21-landsliðnum saman við til HM í 2017, hevur seinastu árini spælt við felagnum heilt suðuri í Jútlandi. Hann heldur tó ikki fram í Tønder eftir summarsteðgin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald