Hondbóltur

Teis skoraði fyrstu málini - Ribe/Esbjerg fekk fyrstu stigini

Teis Horn Rasmussen spældi ein leiklut í 34-30 sigrinum hjá Ribe/Esbjerg á oddaliðnum Bjerringbro-Silkeborg. Føroyski strikuspælarin skoraði uppá bæði síni skot - síni fyrstu í bestu donsku deildini.

Teis Horn Rasmussen var á vøllinum í løtum, og hann skoraði tvey mál á rað hjá Ribe/Esbjerg í 1. hávleiki (Mynd: Sverri Egholm)

Teis Horn Rasmussen var á vøllinum í løtum, og hann skoraði tvey mál á rað hjá Ribe/Esbjerg í 1. hávleiki (Mynd: Sverri Egholm)

2025-09-12 12:23 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í 3. umfari í Bambuni Herreligaen bragdaði hjá Ribe/Esbjerg at fáa stig. Talan var um týðandi og flottan sigur á Bjerringbro-Silkeborg.

Rasmus Lauge og hinir hjá BSH vitjaðu í Esbjerg í gjár. BSH var oddalið eftir tvey tey fyrstu umførini, men heimaliðið fekk skjótt tak á dystinum í gjár og vann 34-30 eftir hálvleiksstøðuna 18-14.

Teis Horn Rasmussen var á vøllinum í løtum, og hann skoraði tvey mál á rað hjá Ribe/Esbjerg í 1. hávleiki - til 14-9 og 15-9.

Síðani gjørdi føroyingurin á strikuni eina tekniska villu.

Fyri Teis var tað umráðandi at koma í gongd í fremstu donsku deildini. Hann skrivaði ikki undir sáttmála við Ribe/Esbjerg fyrrenn síðst í august.

Ribe/Esbjerg spælir móti aftur ímóti TMS Ringsted. Tað verður leygardagin 20. september.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder