Fótbóltur

Teitur: - Tað er bara klassi at vinna 4-0

Málið hjá Michal beint áðrenn hálvleik gevur okkum eitt "boost, og vit vinna sannførandi og vísa kvalitet móti besta liðnum í Montenegro. HB-liðformaðurin slær tó fast, at einki er liðugt.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2021-07-22 21:52 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Tað var ein errin liðformaður, ið Portalurin fekk orðið á stutt eftir síðsta bríksl í Gundadali í kvøld. Sólin skein á HB, ið vann 4-0 á Buducnost Podgorcia í fyrra dystinum í 2. umfari í UEFA Europa Conference League.

- Vit spæla bara væl ímóti einum liði, ið fólk kanska hugsa: "teir eru ikki so góðir", men hetta er also besta liðið í Montenegro, ið vit vinna 4-0 á í kvøld, og tað er bara klassi. Tingini rigga ikki hjá teimum, teir hanga ikki heilt saman sum lið, og teir eru kanska yvirraskaður yvir tað, sum vit koma við, segði málverjin millum annað.

[object Object]
Stoltur og glaður HB-liðformaður eftir 4-0 sigurin í kvøld (Mynd: Sverri Egholm)

28-ára gamli Teitur Matras Gestsson sló tó fast, at einki er liðugt enn, og at teir skulu niður til áleið 40 hitastig í Montenegro um nakrar dagar, har mótstøðuliðið"fer at leypa í krovið á HB".

Málverjin stóð væl ímóti í kvøld, og hevði tvær klassabjargingar í 2. hálvleiki, tá støðan var ávíkavist 3-0 og 4-0.

UEFA Europa Conference League
2. umfar, fyrri dystur - Gundadalur 22.07.
HB - Buducnost Podgorica 4-0 (1-0)
45' Michal Przybylski (Daniel Johansen) 1-0
47' Michal Przybylski (Mikkel Dahl) 2-0
58' Pætur Petersen (Heri Hjalt Mohr) 3-0
66' Daniel Johansen (br.) 4-0

Les eisini: Sannførandi og søguligur HB-sigur

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder