Michal Przybylski legði HB á odda beint fyri stegðin. Heimaliðið hevði eisini verið omaná í mun til at hava bóltin og skapa málmøguleikar í 1. hálvleiki, men tað var fyrra helmingin av 2. hálvleiki, at HB veruliga vísti styrki.
Les eisini: Michal lagt HB á odda
Málini til 2-0 og 3-0 komu, eftir at liðið hjá Kevin Schindler hevði vunnið bóltin á hálvuni hjá mótsstøðuliðnum. Bert 90 sekund inn í 2. hálvleik fekk Mikkel Dahl fatur í bótlinum, fann Michal, ið hevði runnið seg væl leysan, og miðvallarin avsluttaði trygt. Hann hevur nú fýra mál í tíggju evropeiskum dystum.
Tíggju minuttir seini vóru teir í reyðum og svørtum ógvuliga ágangandi, og ein leikari, ið ikki hevur spælt nógv í ár, sló til. Óguvliga vælleikandi Heri Hjalt Mohr spældi til Pætur Petersen, nummar ellivu trekti inn úr høgru og sendi bóltin í nærmara málhorn.
Pætur Petersen í ovfarakæti eftir sítt mál til 3-0 (Myndir: Sverri Egholm)
HB-maskinan helt fram, og eftir triðja hornasparkið á rað gjørdu gestirnir brotsspark. Tað setti Daniel Johansen kaldliga í málið, og seinna helmingin av hálvleikinum helt HB fast. Teitur Matras Gestsson gjørdi tvær frálíkar bjargingar, tá leikarar hjá Buducnost gjørdist fríir. Tað kundu tó komið fleiri mál í hinum endanum, tí innskifti Hilmar Leon Jakobsen, ið kom væl inn hevði tveir stórar málmøguleikar - eins og bjargingarnar hjá Teitur var tað ávíkavist við støðuni 3-0 og 4-0. Fyrra skotið hjá Hilmar Leoni brast í tvørtrøðið og niður á mállinjuna.
4-0 endaði tað, og hetta er størsti sigur hjá HB í evropeiskum dysti nakrantíð. Avrikið hjá HB í 2. hálvleiki var framúrskarandi gott, og við úrslitinum hava greipuvinnararnir sett seg í sera góð støðu at spæla seg víðari til 3. umfar í Conference League. Seinni dysturin verður í Podgorica týsdagin 27.07.
UEFA Europa Conference League
2. umfar, fyrri dystur - Gundadalur 22.07.
HB - Buducnost Podgorica 4-0 (1-0)
45' Michal Przybylski (Daniel Johansen) 1-0
47' Michal Przybylski (Mikkel Dahl) 2-0
58' Pætur Petersen (Heri Hjalt Mohr) 3-0
66' Daniel Johansen (br.) 4-0
HB (4-4-2): Teitur Matras Gestsson - Heri Hjalt Mohr, Bartal Wardum, Hørður Askham, Daniel Johansen - Michal Przybylski, Heðin Hansen, René Shaki Joensen, Adrian Rúnason Justinussen - Mikkel Dahl, Pætur Petersen
Hesir komu inn í 2. hálvleiki: Hilmar Leon Jakobsen, Stefan Radosavljevic, Ási Dam, Áki Debes Samuelsen, Mads Boe Mikkelsen
Venjari: Kevin Schindler
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald