Ársins málverji 2018, Teitur Matras Gestsson, hevur skrivað nýggjan 2-ára sáttmála við HB. Hesum boðar felagið frá í kvøld.
Teitur spældi sín fyrsta dyst fyri HB í 2011, og sostatt verður komandi kappingarár hansara tíggjunda á okkara besta liði. Hesi árini hevur hann spælt 220 landskappingardystir, 27 steypadystir og 15 dystir í europeiskum kappingum.
Sosatt skal felagið ikki út at leita eftir nýggjum málverja. Hinvegin skal HB nú hava nýggjan venjara, tí í fráboðan í gjár segði felagið, at íslendski venjarin Heimir Gudjónsson gevst eftir hetta kappingarárið.
Hann var við til at tryggja HB meistaraheitið í fjør, og løgmanssteypið í ár. HB liggur í løtuni á fimta plássi við 45 stigum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald