Fótbóltur

Teitur og Klæmint spæla í kvøld

NSÍ skal við nýggjum venjara royna at betra um sína støðu við at gera tað truplari hjá HB at fáa fatur á FM-heitinum - dagført við byrjarnaruppstillingum.

Teitur Gestsson hevur verið ein av bestu leikarunum í Føroyum í ár (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Teitur Gestsson hevur verið ein av bestu leikarunum í Føroyum í ár (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2020-10-28 15:44 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tá NSÍ vitjaði Tórsvøll 2. august eydnaðist ikki at endurtaka sigurin frá 8. umfari við Løkin. HB var sannførandi og vann 2-0. Tá NSÍ vann við Løkin, var úrslitið eisini 2-0. Tað var fyrsti ósigurin hja HB í ár.

Ein stórur munur frá tí fyrra til tann seinna dystin var, at Petur Knudsen ikki var við á Tórsvølli vegna skaða. Nummar 16 hjá NSÍ hevur verið framúr í ár og gjørdi saman við serliga Klæminti Olsen av við HB í juni. Klæmint var ikki á vøllinum móti Víkingi leygardagin og hevur havt skaðatrupulleikar, men í kvøld spælir metmálskjúttin á vøllinum, har hann seinastu tveir landsdystirnar hevur skorað tvey mál.

[object Object]Klæmint verður aftur at síggja á vøllinum í kvøld (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Meðan NSÍ spældi uttan Petur, og Bárð Hansen, var HB uttan millum aðrar Adrian Justinussen, Mikkel Frankoch, Trónd Jensen, Hørð Askham og Delphin Tshiembe tann dagin. Nú eru allir tøkur, og fyri HB er tað eisini sera umráðandi, at Teitur Gestsson spælir. Málverjin noyddist út í 1. hálvleiki á Argjum sunnudagin, eftir eina fótparadu har hann fekk eitt strekk. Tað er ikki optimalt, men landsliðsmálverjin fer at spæla í kvøld. Tað ljóðaði annars, at HB møguliga fór at leiga eykamálverjan hjá AB, og fyrrverandi eykamálverjan hjá Teiti, Bjarta Vitalis Mørk. HB er uttan Hera Hjalt Mohr og René Shaki Joensen, ið eru skaddir, og Samuel Chukwudi, ið fekk reytt kort á Argjum leygardagin.

Vinnur HB er FM sera nær við at koma í hús - tað verður tað, um KÍ so ikki fær fult í kvøld. Vinnur NSÍ er stríðið meira opið aftur, og so eru runavíkingar í góðari støðu, hvat 2. plássinum viðvíkur. Tað verður við nýggjum venjara, dananum Allan K. Jepsen á odda, at NSÍ skal royna tað. Tað verður uttan roynda miðverjan Jóhan Troest Davidsen, sum spældi við HB í fimm ár.

Fyrsta bríksl á Tórsvølli verður klokkan 17. Vit eru á staðnum og fylgja gongdini.

HB (4-3-3): Teitur Matras Gestsson (L) - Hørður Askham, Bartal Wardum, Delphin Tshiembe, Daniel Johansen - Mathias Nygaard, Mikkel Frankoch, Dan í Soylu - Adrian Rúnason Justinussen, Mikkel Dahl, Hilmar Leon Jakobsen

Á bonkinum: Jákup Højgaard, Jógvan Rói Davidsen, Heðin Hansen, Tróndur Jensen, Pætur Petersen, Ási Dam, Øssur Dalbúð


NSÍ (3-5-2/5-3-2): Tórður Thomsen - Jann Julin Benjaminsen, Jákup Jakobsen, Oddur Árnason Højgaard, Rògvi Egilstoft, Pætur Turiðarson Skipanes - Búi Egilson, Betuel Hansen, Jesper Flinck Christjansen - Klæmint Andrasson Olsen (L)

Á bonkinum: Dánial Danielsen, Jann Martin Mortensen, Pætur Hentze, Hans Marius Davidsen, Mórits Heini Mortensen, Aron Knudsen, Jørgen Nielsen

Dagført: 16.21

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder