Fótbóltur

Tekur drúgva tíð hjá HB

Eitt samdøgur seinkað og komin til Edinburgh, mátti ferðalagið eisini bíða tríggjar tímar eftir viðførinum.

(Mynd: Havnar Bóltfelag)

(Mynd: Havnar Bóltfelag)

2022-07-12 22:51 Author image
Sverri Egholm
placeholder

- Leiðin er stutt, men ferðin er drúgv. 

Soleiðis skrivar HB á Facebook í kvøld. Og rætt er tað. Ferðalagið skal ikki langan veg, men tað vísir seg at vera ógvuliga drúgt at koma til Wales.

Umframt at vera gott og væl eitt samdøgur seinkaði til Edinburgh orsakað av veðrinum í gjár og í dag, skuldi HB-ferðalagið eisini bíða í tríggjar tímar eftir viðførinum í Edinburgh. 

Men nú er glið komin á, og kósin er sett ímóti Wales, verður sagt út ferðalagnum. Koyrt verður við bussi til Wales.

Hósdagin verður seinni dysturin millum Newtown og HB í Conference League leiktur. Fyrri dysturin endaði 1-0 til HB.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder