Føroyar eru flúgvandi á talvolympiaduni í Ungarn. Í gjár vunnu vit 2½ - 1½ á Avstralia, sum er styrkismett væl ovari enn Føroyar. Eitt einastandandi úrslit - helst ein av bestu einstøku dystum hjá Føroyum á nakrari talvolympiadu.
18 ára gamli føroyameistarin Luitjen Akselsson Apol var sigursharri á fjórða borði. Hinir tríggir telvaðu javnt - Helgi Dam Ziska, Høgni Egilstoft Nielsen og Rógvi Egilstoft. Høgni hevur tryggjað sær heitið sum altjóða meistari á hesari olympiaduni, og hjá unga føroyameistaranum hevur eisini gingist sera væl. So væl, at Luitjen telvar fyri sínum fyrsta IM-normi í dag.
Føroyar hava nú 13 stig fyri tíggju dystir. Vit hava vunnið seks dystir, telvað ein javnan og tapt tríggjar. Síðani tað í 2008 var farið yvir at lata dystarstigini telja á talvolympiadum heldur enn borðstigini sum fyrr, er úrtøkan í Budapest tann higartil besta hjá okkum.
Og Føroyar hava svingað seg heilt fram á 35. pláss í røðini av 188 londum í kappingini. Tað er næstan óhoyrt. Vit liggja javnir við Norra, men eru frammanfyri hini norðurlondini.
Okkara menn telva tí í løtuni fyri sínum besta OL-úrsliti nakrantíð.
Krútsterk mótstøða
Men dysturin í dag er eftir. Ellinta og síðsta umfar byrjaði klokkan 10. Og nú vit hava otað okkum so langt fram slept ikki undan harðari mótstøðu í síðsta dystinum.
Vit telva móti Kekkia, sum er styrkismett nummar 19 í kappingini. Kekkiska liðið hevur eitt miðalstrykital, sum er omanfyri 2600.
Vit hava tvær reisur telvað móti Kekkia, báðar ferðir fyrst í nýggju øldini. Báðir dystir endaðu 3-1 til Kekkia - tað var hildið at vera heiðurligt úrslit hjá okkum. Í Istanbul í 2000 vann John Rødgaard eitt flott talv á Pavel Blatny, sum tá hevði 2590 í rating. Tað var á øðrum borði; John Arni Nilssen telvaði tá fyrstu ferðina á 1 borði.
Og í Bled í 2002 eydnaðist John Rødgaard og Heina Olsen á øðrum og triðja borði at telva javnt móti ávikavist Babula og Haba, sum í miðal lógu um 2550 í rating.
Kekkia er sterk talvtjóð. Nøvn sum Pachman og Hort eru víðakend. Í 1982 endaðu kekkar - tá var tað gamaní Kekkoslovakia - nummar tvey í talv-OL. Sterkasti telvari í kekkia seinnu árini hevur verið David Navara. Hann var eitt skifti nummar trettan í heiminum. Hann hevur Helgi Dam Ziska ímóti sær í dag. Telvararnir á fremru borðunum hjá Kekkia í dag eru báðir í topp 100 í heiminum.
Sigurin á Avstralia
John Rødgaard skrivar um frálíka sigurin á Avstralia í gjárkvøldið:
Tað var ein fragd at síggja okkara ungu menn telva í gjár. Teir smæddust ikki, men góvu seg straks út í harðan dyst, og stríddust at vinna initiativið. Tað bleiv ein javnur og spennandi dystur.
Helgi hevði við svørtum at kalla javnt talv allan vegin. Tað var tó hann, ið mátti vera serliga ansin. Tað endaði við einum rókaendatalvi, har mótstøðumaðurin hevði eina finnu meira, men Helgi hevði kortini tamarhald á støðuni, og vandi var ongantíð fyri tapi.
Talvið hjá Høgna var sjáldsamt. Við hvíta fólkinum gjørdi Høgni álop kongsmegin, mótstøðumaðurin søkti at frúgvarmegin. Hvør verður fyrstur? Tað ræður um at fáa mótpartin at verja seg, so at stígur kemur í hansara álop. Brátt sást, at her mátti røkka ella støkka hjá Høgna. Hann offraði tvær finnur og fór all-in. Tað riggaði ikki eftir ætlan, og so var tap í hendi. Í tíðneyðini flutti mótstøðumaðurin rættiliga avgjørdur, men hvepti seg so við, sum hevði hann gjørt eitt mistak. Hví hann snerkti og risti við høvdinum, veit eg ikki, tí leikinum bilaði einki. Tvørturímóti vann hann mann fyri offraðu finnurnar. Tá roykurin hevði lagt seg eftir tíðarorrustuna sást, at avstraliumaðurin stóð til at vinna. Men so settist hann at hugsa bæði væl og leingi, og onnur tíðarneyðin nærkaðist. Onkursvegna fann hann ikki røttu leikirnar, so gjørdi hann brádliga eitt stórt mistak, Høgni var kvikur at flyta frúgv á a8, og so var støðan aftur jøvn. Mótsøðumaðurin flutti kongin og beyð remis, og hóast Høgni nú stóð væl, tók hann av, tí tá var dysturin vunnin.
Talvið hjá Rógva var heilt øðrvísi. Fyrstu tretivu leikirnar hendi ikki stórvegis, støðan var jøvn. So fór Rógvi í hernað kongsmegin. Hann vann eina finnu, men nú fór mótstøðumaðurin í mótálop frúgvarmegin. Rógvi var heldur óansin, mótstøðumaðurin fekk av tí sama eina vandamikla frífinnu, men tíbetur eydnaðist Rógva at fáa ævigt skák og remis.
"Alt heilt gamalt er nýtt" - soleiðis segði Bent Larsen. Fjúrtandi leikur hjá Luitjeni - riddari e2 - sá eg vera nevndan sum áhugaverdan leik í einari talvbók, sum eg blakaði burtur einaferð í 90-unum. Avstralski mótstøðumaðurin tóktist eitt sindur fremmandur í støðuni. Nakrir ivasamir leikir kundu verið revsaðir við 16. b3!
Nú var tað eitt sindur trilvandi eina løtu, men so flutti avstralski stórmeistarin ógvuliga avgjørdur kongin á e7. Tað var ikki góður leikur. Tað sá Luitjen straks. Nú ráddi um at lata støðuna upp, opna linjurnar. Tá svartur loyvdi finnuuppbýti á c4, fekk hann av álvara trupulleikar. Kongurin stóð heldur ábærur, torført var at veita honum fullgóða verju, og í hesum standi reyk ein býtismunur (rókur fyri mann). Bíða nú, tað var ikki alt - kombinasjónin var ikki liðug enn. Luitjen hevði roknað uppaftur longur; har reyk tí ein maður aftrat, og so var liðugt. Vakurt telvað.
Dysturin millum Føroyar og Kekkia í síðsta umfari kann síggjast beinleiðis leik fyri leik á øllum borðum. Leinki sæst á heimasíðu Talvsambandsins: faroechess.com.
Talvsamband Føroya
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald