Bæði hjá monnum og hjá kvinnum vóru tað favorittarnir, ið fóru við gullinum, tá FM í doubles varð avgreitt um vikuskiftið.
Hjá harrunum vóru tað Jón Brekku og Pætur Marjunarson Dahl, ið endaðu ovast. Oftast plaga teir báðir Brekku og Dahl at standa á hvør sínari síðu av netinum til FM í harratennis, men hóast teir vanliga kappast móti hvørjum øðrum, duga teir eisini at samstarva, og hetta kom til sjóndar um vikuskiftið, nú teir vóru einasta greipan, ið vann allar sínar dystir.
Á øðrum plássi endaðu Ingi Højsted og Svenn Fuglø Jacobsen.
Gullvinnarin í FM hjá kvinnum, Katrin Dam á Neystabø, hevði sligið seg saman við systrini Ásu Dam á Neystabø. Neystabø synergiin vísti seg at virka væl, tí tær báðar vunnu eisini allar dystirnar hjá sær.
Á øðrum plássi hjá kvinnunum endaðu Rúna Seyer Eliassen og Frida Poulsen.
Báðar kappingarnar vórðu skipaðar sum ein bólkur, har øll liðini spældu móti hvørjum øðrum.
Úrslitini frá dystunum vóru soleiðis:
Jón Brekku/Pætur Marjunarson Dahl - René Karbech/Steinar Patursson 6-1 6-1
Jón Brekku/Pætur Marjunarson Dahl - Jóhann í Króki/Magnus í Króki - 6-1 6-0
Jón Brekku/Pætur Marjunarson Dahl - Ingi Højsted/Svenn Fuglø Jacobsen 6-1 6-0
Annfinn Gaard/Hjalti Mohr Jacobsen - René Karbech/Steinar Patursson 6-2 6-0
Annfinn Gaard/Hjalti Mohr Jacobsen - Jóhann í Króki/Magnus í Króki - 6-3 6-3
Annfinn Gaard/Hjalti Mohr Jacobsen - Ingi Højsted/Svenn Fuglø Jacobsen 4-6 3-6
Ingi Højsted /Svenn Fuglø Jacobsen - René Karbech/Steinar Patursson 6-1 6-1
Ingi Højsted/Svenn Fuglø Jacobsen - Jóhann í Króki/Magnus í Króki - 6-3 6-0
Jóhann í Króki/Magnus í Króki - René Karbech/Steinar Patursson - 6-3 6-1
Jón Brekku/Pætur Marjunarson Dahl - Annfinn Gaard/Hjalti Mohr Jacobsen - Brekku/Dahl vunnu uttan dyst
Helena Heðinsdóttir/Rúna Jacobsen - Katrin á Neystabø/Ása á Neystabø 1-6 2-6
Helena Heðinsdóttir/Rúna Jacobsen - Tomma Petersen/Anna Maria Toftegaard 6-1 6-3
Tomma Patersen/Anna Maria Toftegaard - Marina Moraitis/Barbara á Rógvi 6-4 6-1
Helena Heðinsdóttir/Rúna Jacobsen - Barbara á Rógvi/Marina Moraitis 6-0 6-1
Rúna Seyer Eliassen/Frida Poulsen - Marina Moraitis/Barbara á Rógvi 6-1 6-1
Rúna Seyer Eliassen/Frida Poulsen - Katrin á Neystabø/Ása á Neystabø 2-6 1-6
Helena Heðinsdóttir/Rúna Jacobsen - Barbara á Rógvi/Marina Moraitis 6-0 6-1
Katrin á Neystabø/Ása á Neystabø - Barbara á Rógvi/Marina Moraitis 6-3 6-3
Rúna Seyer Eliassen/Frida Poulsen - Tomma Petersen/Anna Maria Toftegaard 6-1 6-1
Rúna Seyer Eliassen/Frida Poulsen - Helena Heðinsdóttir/Rúna Jacobsen 6-1 6-0
Katrin á Neystabø/Ása á NEystabø - Tomma Petersen/Anna Maria Toftegaard 6-1 6-1
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald