Fótbóltur

Tepur evropasigur til klaksvíkingar

Við 1-0 sigri vann KÍ seg víðari í Conference League í kvøld.

(Mynd: Sverri Egholm)

(Mynd: Sverri Egholm)

2022-07-27 21:11 Author image
Sverri Egholm
placeholder

KÍ vann seg í kvøld víðari til triðja umfar í Conference League. Í fyrra dystinum í Montenegro endaði 0-0, og í kvøld við Djúpumýri bleiv tað til ein tepran 1-0 sigur.

Heimaliðið var sum heild tað betra liðið, men eftir málið hjá Páll Andrassyni Klettskarð í 66. minutti tók Sutjeska yvir og trýsti KÍ liðið.

Í triðja umfari spælir KÍ ímóti Balkani úr Kosovo.

KÍ - Sutjeska 1-0 (0-0)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder