Hondbóltur

Terji yrkt nýggjan sang til EM

"Kom so Føroyar" eitur nýggi sangurin sum Terji Rasmussen hevur yrkt til EM-endaspælið í Týsklandi. Hoyr sangin her.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2024-01-10 16:55 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Í sambandi við EM-endaspælið í Týsklandi hevur Terji Rasmussen yrkt ein nýggjan sang.

Hetta skrivar berlin.fo.

Tað er í morgin, at fyrsti dysturin verður í EM-endaspælinum hjá Føroyum, tá mótstøðuliðið er Slovenia. Einir 4000-5000 áskoðarar verða staddir í Berlin til hendan søguliga dystin, sum byrjar klokkan 17 føroyska tíð. 

Í tímunum undan tí verður stór upphiting fyri føroyskum fjepparum tætt við høllina. Tað eru stuðlar hjá Hondbóltssambandinum, ið skipa fyri henni, og júst Terji Rasmussen verður at hoyra. Hetta saman við Eyðun Nolsøe. 

Uttan iva verða nakrar av linjunum niðanfyri at hoyra millum fjeppararnar.

--

Kom so Føroyar
Go go go
Berjist fyri fólk og tjóð
Spælið skjótt og super flow
Kann ikki vísast aftur í slow
Kom so Føroyar
Fá men tó  
Berjist fyri fólk og tjóð
Føroyar okkar hjartablóð
Í barminum ein glóð

Petur setur krókin á teir
Pauli fær fingranar á
Óli fintar ein ella tveir
Kjartan fer heilt uppá tá

Kom so Føroyar...

Here they come
The Beautiful ones, the Beautiful ones
Na na na na na

Theison spílar oyrini út
Eitt Horn í síðuna á teim
á Skipagøtu – nei, pínasta knút
Vit koyra tað øll heim

Kom so Føroyar...

Go West
av Teigum allar best
Go West
Hann scorar allarmest
Go west
Nei, her er einki drál
Go west
Vit skjóta bara mál

Kom so Føroyar...

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder