Í badmintonhøllunum á Guernsey eru tey í dag farin í gongd við kappingarnar fyri einstaklingar.
Menninir komu væl frá byrjan. Allir fýra vunnu í fyrsta umfari, ‘round of 64’, og allir uttan at tapa nakað sett.
Magnus Dal-Christiansen vann á leikara Gotlandi, Jónas Djurhuus á leikara av Isle of Wight, Asbjørn Heide Olsen á leikara av Ynys Mon og Árant á Mýrini á leikara úr Suðuroyggjum.
Í næsta umfari, 16-parts finalunum, hendi tað, at tveir føroyingar koma at spæla móti hvørjum øðrum. Asbjørn Heide Olsen vann 2-1 á Árant á Mýrini. Jónas Djurhuus vann 2-0 á einum leikara av Menorca og Magnus Dal-Christiansen vann 2-0 á leikara av Jersey.
Kvinnurnar fingu eisini góða byrjan. Miriam í Grótinum slapp undan at spæla í fyrsta umfari, og Bjarnhild í Buð Justinussen slapp eisini undan at spæla, tí mótstøðukvinnan av Jersey ikki kundi spæla vegna skaða.
Ranja Joensen vann 2-0 á leikara av Isle of Wight og Sanna Thorkildshøj vann líka so trygt á leikara úr Gibraltar.
Í 16-parts finaluni hendi tað eisini, at ein føroyingur kom at sláa annan føroying út. Sanna Thorkildshøj vann 2-1 á Bjarnhild í Buð. Miriam í Grótinum vann 2-0 á leikara av Gotlandi, og Ranja Joensen vann 2-0 á leikara av Menorca.
Í tvímansleiki byrja tey við 16-parts finalunum, og her vunnu Árant á Mýrini og Jónas Djurhuus 2-0 á pari úr Hetlandi, meðan Magnus Dal-Christiansen og Fai Yin Wong vunnu 2-0 á pari av Ynys Mon.
Hjá kvinnunum vunnu Miriam í Grótinum og Mia Thorkildshøj á tveimum úr Gotlandi, meðan hin Thorkildshøj systirin, Sanna , saman við Bjarnhild í Buð Justinussen vann 2-0 á pari úr Grønlandi.
Kappingarnar halda fram komandi dagarnar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald