Fótbóltur

Tey næstbestu í Evropa Í eldin í kvøld

32 lið eru við í stríðnum um at vinna í Europa League - fyrru 1/16-finalurnar verða leiktar í kvøld.

Marcus Rashford, ið framvegis er skaddur, í nærdysti við Ajax-verjuleikaran Joel Veltman í Europa League-finaluni á Friends Arena í 2017. United vann finaluna 2-0; bæði United og Ajax skulu í eldin í fyrstu knock-out dystunum í kvøld (Mynd: EPA)

Marcus Rashford, ið framvegis er skaddur, í nærdysti við Ajax-verjuleikaran Joel Veltman í Europa League-finaluni á Friends Arena í 2017. United vann finaluna 2-0; bæði United og Ajax skulu í eldin í fyrstu knock-out dystunum í kvøld (Mynd: EPA)

2020-02-20 16:07 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Klokkan 17.55 skulu lið sum Manchester United, Sevilla (ið hevur vunnið kappingina fimm ferðir síðani 2006), Ajax og Inter spæla. FCK og Celtic hittast í Parkini, og Shakhtar og Benfica, sum hava luttikið í finaluni í hesari øldini, hittast eisini. 

Í kvøld spæla lið sum Arsenal, Wolves, Roma og Porto. Europa League er ikki toppurin, men fleiri góð lið eru enn við í stríðnum um at røkka finaluni í Gdansk. Steypið gevur eisini atgongd til Champions League luttøku næsta ár. Hetta er serliga relevant fyri ensku feløgini, ið øll eru uttanfyri topp-fýra/topp-fimm í løtuni. Roma er heldur ikki í topp-fýra í Italia.

Europa League 1/16-finalur: 
17.55
Cluj - Sevilla
Club Brügge - Manchester United
FCK - Celtic 
Frankfurt - Salzburg
Getafe - Ajax
Ludogorets - Inter
Shakhtar - Benfica 
Sporting Club de Portugal - Istanbul Basaksehir

20.00: 
AZ Alkmaar - LASK
APOEL - Basel
AS Roma - Gent
Leverkusen - FC Porto
Olympiakos - Arsenal
Rangers - Braga
Wolfsburg - Malmö
Wolves - Espanyol

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder