Fótbóltur

Tí varð dysturin í Fuglafirði tikin uppaftur

- Orsakað av vantandi ásetingum í kappingarreglunum og fordømum er støði tikið í líknandi málum og mannagongdum í grannalondunum, skrivar FSF, sum hevur styðjað seg á altjóða reglur.

Føroysku kappingarreglurnar fevna ikki um støður, har dystur verður blástur av vegna annað enn veður og vanta okkurt í orðingini. Harvið var hetta partvíst ein nýggj støða, har Kappingarnevndin hugdi útum landoddarnar (Mynd: Sverri Egholm)

Føroysku kappingarreglurnar fevna ikki um støður, har dystur verður blástur av vegna annað enn veður og vanta okkurt í orðingini. Harvið var hetta partvíst ein nýggj støða, har Kappingarnevndin hugdi útum landoddarnar (Mynd: Sverri Egholm)

2024-10-01 18:40 Author image
Agnar Prestá
placeholder

- Viðvíkjandi uppafturtøku av dysti millum ÍF og B68. Kappingarnevndin hjá Fótbóltssambandi Føroya hevur viðgjørt málið og boðað verður frá, at dysturin millum ÍF og B68, sum varð steðgaður leygardagin 28. september 2024, verður tikin uppaftur, og teir írestandi minuttirnir skulu spælast.

Soleiðis skrivar Fótbóltssamband Føroya á heimasíðu sínari í sambandi við avgerðina um, at ÍF og B68 hittust aftur í dag í Fløtugerði og spældi fótbólt í seks minuttir.

Sí eisini: Ein heilt serstakur fótbóltsdagur í Fuglafirði

[object Object]
B68 kundi enda í støðu, har teir skuldu bryja av nýggjum í Fuglafirði. Teir komu tó við 3-1 leiðslu í kvøld og gjørdu arbeiðið liðugt (Mynd: Sverri Egholm)

Har kom einki mál á vøllinum í Fløtugerði fyri løtu síðani, men málið hevur fylt nógv fyri FSF og Fótbóltsføroyar sum heild, síðani dysturin óheimilgað varð blástur av og kunngjørdur við 1-3 úrslitið. Hóast regulgerðir og førdømi eru um ymiskt, so tað er málið eisini eitt sindur gruggut, og var tað sum heild heldur torført at hava við at gera. 

Nú hevur Fótbóltssambanband Føroya alment víst á, hvussu støða varð tikin í viðgerðini av, hvat skuldu henda. Føroysku kappingarreglurnar fevna ikki um støður, har dystur verður blástur av vegna annað enn veður - nakað sum man burdi gjørt nakað við - og tískil hevur Kappingarnevndin styðjað seg á IFAB-reglur og altjóða dømi, heldur enn millum annað føroysk fyridømi og ásetingina í § 7, stk. 4 í sær sjálvum.

ÍF hevði ikki møguleika at kæra. Málið varð viðgjørt í gjár, mánadagin, og minuttirnir eru spældir. ÍF er flutt niður.

Sí eisini: 1-3 staðfest eftir seks margháttiligar minuttir - eingin áseting um uppafturtøku

Sí alla grundgevingina hjá Kappingarnevndini hjá FSF fyri uppafturtøku av dysti her:

Dysturin varð steðgaður tá 88 minuttir og 45 sekund vóru spæld, orsaka av at ein persónur small um á áskoðaraplássunum.

Leikarar, venjarar og dómarar vóru merktir av hendingini og sambært dómaranum valdi hann í samráð við venjararnar hjá báðum feløgunum at enda dystin.

Grundgeving
Siðvenjan í avblástum dystum hevur verið, at nýggjur dystur skulu spælast, tí í allar flestu førum eru dystirnir avblástir vegna vánalig veðurlíkindi. Tá hevur verið víst til grein 34, stk. 2 í kappingarreglunum, sum hevur eina áseting um vánalig líkindi, og tí eru hesir dystirnir fevndir av lógini.

Í hesum føri varð dysturin ikki avblástur orsaka av vánaligum líkindum, men orsakað av eini álvarsamari hending uttanfyri vøllin.

Í kappingarreglunum fyri fótbólt er eingin áseting um, hvussu mál av hesum slagn skulu avgreiðast, og eru tað tá reglurnar hjá IFAB sum eru galdandi.

Sambært grein 3, pkt. b) í viðtøkunum hjá FSF, so hevur FSF skyldu til at fylgja galdandi reglum um “Laws of the Game”, sum eru samtyktar av IFAB (International Football Association Board).

Grein 1, stk. 1 í Kappingarreglunum fyri fótbólt hevur fylgjandi áseting:

– Allir dystir í føroysku lands- og steypakappingini verða leiktir eftir teimum reglum, ið hesar kappingarreglur áseta. Í tann mun hesar kappingarreglur onga áseting hava, eru tær til hvørja tíð galdandi alheimsreglur fyri fótbólt “Laws of the Game”, ið “International FA Board/FIFA” áseta, galdandi.

Tað eru sostatt reglurnar hjá IFAB, sum eru galdandi, um kappingarreglurnar hjá FSF onga áseting hava.

Á heimasíðuni hjá FSF er tilvísing til føroyska útgávu av fótbóltslógini (Fótbóltslógin 2024), og er ósamsvar ímillum føroysku útgávuna og almennu útgávuna av “Laws of the Game” hjá IFAB.

Ásetingin í § 7, stk. 5 í føroysku útgávuni hevur fylgjandi orðing:

– Ein slitin dystur verður leiktur umaftur, um ikki kappingarreglurnar tilskila annað.

Meðan sama áseting hjá IFAB er orðað soleiðis:

– An abandoned match is replayed unless the competition rules or organisers determine otherwise.

Føroyska útgávan av fótbóltslógini fyri 2024 manglar síðsta partin av ásetingini: …”or organisers determine otherwise”.

Við støði í hesari áseting hevur FSF sum fyriskipari tí heimild til at taka avgerð um slitnan dyst.

Avgerð
Orsakað av vantandi ásetingum í kappingarreglunum og fordømum er støði tikið í líknandi málum og mannagongdum í grannalondunum, og er avgjørt, at dysturin verður tikin upp aftur frá tí minutti, har hann varð steðgaður, við støðuni 1-3, og teir írestandi minuttirnir skulu leikast, umframt tíðin, sum dómarin hevði lagt afturat.

Kappingarnevndin hevur í ár arbeitt við meira úttømandi lógarteksti, tá talan er um avblástar dystir. Uppskot um hetta verður væntandi lagt fyri feløgini í vetur.

Fótbóltssamband Føroya

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder