Fótbóltur

Tíggju mál í Gundadali

HB vann málríkan dyst móti EB/Streymi, Víkingur 2-1 móti Skála og B36 vann 1-3 í Fuglafirði. KÍ vann í yvirtíðini og heldur fast við oddasessin.

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2019-06-02 17:13 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Fýra dystir eru leiktir í bestu deildini hjá monnum í dag. Í Gundadali legði EB/Streymur seg longu á odda tá tríggir minuttir vóru leiktir. Hetta var langt frá einasta málið, sum kom í dystinum, tí úrslitið gjørdist heili 6-4 til HB.

Í Norðragøtu kom Skála á odda 1-0, og tað helt sær allan fyrra hálvleik. Í seinna hálvleiki avgjørdi Víkingur og vann 2-1.

Fuglfirðingar høvdu vitjan av teimum hvítu úr Gundadali, og her lat B36 ongan iva vera, og vann 3-1.

Í Klaksvík vóru argjamenn á vitjan hjá KÍ, og eina løtu sá tað út til, at AB fór at vinna tann dystin. Bjarki Nielsen legði AB á odda tá 70 minuttir vóru leiktir, og ikki fyrr enn í yvirtíðini sló KÍ til við fyrst máli til 1-1 og síðani 1-2.

HB - EB/Streymur (6-4)
3’ Arnbjørn Hansen 0-1
14’ Adrian Justinussen 1-1
15’ Arnbjørn Hansen 1-2
17’ Ari Mohr Olsen 2-2
35’ Ari Mohr Olsen 3-2
45’ Steffan Løkin 3-3
62’ Gestur Bogason Dam 3-4
72’ Adrian Justinussen 4-4 (brotsspark)
74’ Ari Mohr Olsen 5-4
82’ Sebastian Pingel 6-4

Víkingur - Skála (2-1)
13’ Heðin Klakstein 0-1
53’ Adeshina Lawal 1-1
82’ Heðin Hansen 2-1

ÍF - B36 (1-3)
11’ Michal Przybylski 0-1
13’ Michal Przybylski 0-2
66’ Árni Frederiksberg 0-3
70' Dánjal Pauli Højgaard 1-3

KÍ - AB (2-1)
71' Bjarki Nielsen 0-1
90' Patrik Johannesen 1-1
90' Patrik Johannesen 2-1

NSÍ - TB (3-1) Í gjár
24’ Klæmint A. Olsen 1-0
33’ Pól Jóhannus Justinussen 2-0
57’ Ndende Adama Guéye 2-1
80’ Búi Egilsson 3-1

 

Støðan eftir 12 umfør
1. KÍ (29 stig)
2. NSÍ (28 stig)
3. B36 (27 stig)
4. Víkingur (26 stig)
5. HB (21 stig)
6. Skála (15 stig)
7. TB (12 stig)
8. EB/Streymur (7 stig)
9. AB (4 stig)
10. ÍF (4 stig)

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder