2019-07-28 18:21
Ormurin Langi vann trygt hjá tíggjumannaførunum og var í serflokki, eingin ivi um tað. Men nú skulu teir tríggir bátarnir hjá tíggjumannaførum rógva enn einaferð.
- Sum eg skilji á lagnum er tað fýrverkið, sum varð sent av Tinganesi, sum hevur órógvað, og kann hava gjørt at Havnarbáturin og Suðuroyingur løgdu árarnar inn, segði Sára Jógvansdóttir frá Kringvarpinum.
Róðurin verður klokkan 18:45.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald