Todi Jónsson er ikki longur venjari hjá NSÍ.
Hetta visti tíðindaportalurin in.fo at siga í gjár. Tíðindini eru ikki óvæntað, men eru tó ikki váttað av felagnum enn. Hvørki á heimasíðu ella á Facebook-síðuni hjá NSÍ.
Todi Jónson varð settur sum venjari í felagnum um ársskiftið, men av tí at hann ikki hevði neyðugu pappírinini og prógvini at virka sum venjari í ovastu deildini, hevur tað verið Poul Helgi Jacobsen, sum á pappírinum hevur staðið sum høvuðsvenjari.
Í einum tíðindaskrivi ella kunning, sum formaður felagsins legði á heimasíðu felagsins 20. mai, stendur at lesa, at Todi Jónsson er “persónligur venjari” uttan at koma nærri inn á hvat tað inniber.
Sambært skrivinum eru hinir venjararnir Poul Helgi Jacobsen høvuðsvenjari, Jens Martin Knudsen hjálparvenjari/málmansvenjari, Gudmundur Danielsen fysiskur venjari og, sum sagt, Todi Jónsson, persónligur venjari.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald