Einki óvæntað úrslit var í teimum fýra dystinum sum vórðu leiktir í Betrideildini í kvøld. Størstu spurningarnir vóru, um HB megnaði at fáa fult í Sarpugerði, og um NSÍ megnaði at reisa seg aftur.
HB var greitt omaná i 1. hálvleiki og fór til hálvleiks við einari uppibornari 1-0 leiðslu. Tað vóru teir báðir leikararnir, sum í gjár longdi sáttmálan við HB, sum stóðu fyri málinum: Heri Hjalt Mohr legði væl innfyri, og Pætur Petersen, ið er komin sera væl innaftur á HB-liðið eftir skaðan, setti fótin á. Málið kom eftir, at HB hevði havt fleiri vandamiklar støður. Tað vóru eisini nógvar spentar støður frammanfyri málið niðan ímóti Gøtudali í 2 hálvleiki. Vìkingur spældi væl og ágangandi men fekk ikki útjavnandi málið, og Teitur Gestsson stóð væl í HB-málinum. Ístaðin revsaði HB og innskifti Hilmar Leon Jacobsen skjótt og væl, eftir at Víkingur misti bóltin í álopsstøðu. Víkingur svaraði beinanvegin aftur við brotssparksmálið, men aftur vísti HB kynismu og stongdi hurðina við 3-1 málinum, sum Mikkel Dahl stóð fyri. Oddaliðið hevur nú vunnið sjey dystir á rað og stevnir ímóti FM.
Heðin Hansen á sínum gamla heimavølli móti Finni Justinussen, ið hevði nakrar góðar málmøguleikar í kvøld (Mynd: Sverri Egholm)
Tað eru serliga KÍ og B36 ið jagstra, og tey gjørdu aftur sítt í kvøld. Tað var 1-1 í hálvleikinum á Tórsvølli, tí at Poul Ingason hevði javnað fyri TB tíggju minuttir eftir leiðslumálið hjá B36, ið sat tungt á dystinum í 1. hálvleiki og spældi góðan fótbólt. Í 2. hálvleiki setti heimaliðið, ið var uttan leikbannaðu Árna Frederiksberg og Sonna Ragnar Nattestad, tó tingini uppá pláss. Meinhard Olsen legði B36 á odda við perlumáli, og so skoraði Stefan Radosavljevic tvær ferðir ímóti barndómsfelagið hansara, ið setti Ken Fagerberg á vøllin í 2. hálvleiki. B36 er framvegis seks stig aftanfyri HB, og fyriuttan 2-0 ósigurin á júst HB (22. juli) hevur gongdin verið sera góð og málini mong seinastu átta umførini.
Stefan Radosavljevic hevur her skorað til 3-1 - Meinhard Egilsson Olsen legði upp (Myndir: Bjarni Enghamar)
KÍ hevur nú vunnið 13-0 seinastu tveir dystirnar, og EB/Streymur hevur nú tapt 13-0 seinastu tveir dystirnar. Hetta er greitt, eftir at KÍ fyri fyrstu ferð nakrantíð vann ein landskappingardyst við Margáir. Hetta var størsti sigur yvirhøvur í Betrideildini í ár, og KÍ hevur nú flest mál skoraði saman við B36. Útiliðið setti seg á dystin í kvøld frá byrjan. Deni Pavlovic og Páll Klettskarð skoraðu triðja dystin á rað, Jóannes K. Danielsen annan, Patrik Johannesen skoraði eitt øðiligt langskot, innskifti Jonn Joahannessen gjørdist tvífaldur málskjútti, og Jóannes Bjartalíð, ið fekk seinasta orðið í dystinum, kom undir liðuna á Uros Stojanov ovast á toppskjúttalistanum Spælið í 3-5-2 skipanin var sannførandi, og tað einasta neiliga hjá KÍ var, at Heini Vatnsdal noyddist út við skaða fyri steðgin. EB/Streymur skal av álvara lyfta seg aftur.
Jesper Christjansen hevur her skorað sítt fyrsta mál fyri NSÍ - tað var einsamalla málið í dystinum (Mynd: Sverri Egholm)
Eftir tvey 2-0 tap á rað (móti KÍ og HB) vendi NSÍ aftur til tað, sum liðið hevði koyrandi áðrenn: Teprar sigrar móti niðaru liðunum. Tað var ein heldur tamur dystur, har NSÍ, framvegis uttan Petur Kundsen og Bárð Jógvansson Hansen, tó hevði møguleikar til fleiri mál, og ÍF beit eisini frá sær í summum førum. Einsamalla málið í dystinum kom eftir hálvan tíma, tá danski miðvallarin hjá NSÍ, Jesper Christjansen setti bóltin í málið eftir horna. 32-ára gamli leikarin er júst komin í Lyngby og fekk debut á Tórsvølli sunnudagin. Hann er einasti útlendingur í hópin hjá NSÍ, ið framvegis hongur væl í, í stríðnum um evropeiskt pláss. ÍF hevur framvegis ikki megnað at tikið stig frá teimum ovastu liðunum.
Í morgin er senasti dystur í umfarinum. Talan er um botnuppgerð á Argjum, har Skála vitjar. Spurningurin er, um kappingin fer at koyra víðari komandi tíðina, hóast sera nógv versnaðu koronastøðuna. Um hon ger verður tað uttan áskoðarar, - komandi umfar verður mitt í komandi viku.
Betrideildin 15. (upprunaliga 17) umfar
Hósdagin 06.08
ÍF - NSÍ 0-1 (0-1)
30' Jesper Christjansen 0-1
Myndir: ÍF - NSÍ
B36 - TB 4-1 (1-1)
16' Benjamin Heinesen 1-0
25' Poul Ingason 1-1
58' Meinhard Egilsson Olsen 2-1
65' Stefan Radosavljevic 3-1
89' Stefan Radosavljevic 4-1
Myndir: B36 - TB
Víkingur - HB 1-3 (0-1)
20' Pætur Petersen 0-1
78' Hilmar Leon Jakobsen 0-2
81' Sølvi Vatnhamar (br.) 1-2
85' Mikkel Dahl 1-3
Myndir: Víkingur - HB
EB/Streymur - KÍ 0-7 (0-3)
11' Páll Andrasson Klettskarð 0-1
27' Patrik Johannesen 0-2
37' Deni Pavlovic 0-3
66' Jóannes Kalsø Danielsen 0-4
70' Jonn Johannessen 0-5
71' Jonn Johannessen 0-6
89' Jóannes Bjartalíð 0-7
Fríggjadagin 07.08
19.00: AB - Skála
Støðan:
1. HB 43 stig (16 dystir)
2. KÍ 38 stig (16 dystir)
3. B36 37 stig (16 dystir)
4. NSÍ 35 stig (16 dystir)
5. Víkingur 23 stig (15 dystir)
6. ÍF 20 stig (15 dystir)
7. EB/Streymur 10 stig (15 dystir)
8. TB 7 stig (15 dystir)
9. AB 6 stig (15 dystir)
10. Skála 1 stig (15 dystir)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald