Fótbóltur

Toppskjúttin og ársins stjørnuskot í EB/Streymi heldur fram

20-ára gamli áleyparin, Gutti Dahl-Olsen, hevur longt sáttmálan við barndómsfelagið.

Gutti saman við formanni felagsins, Fróða Reinert Petersen (Mynd: EB/Streymur)

Gutti saman við formanni felagsins, Fróða Reinert Petersen (Mynd: EB/Streymur)

2022-10-27 11:44 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Á ársveitsluni hjá EB/Streymir varð kunngjørt, at 20-ára gamli Gutti Dahl-Olsen var ársins stjørnuskot hjá monnum í 2022, og at hann hevði valt at leingja sáttmálan við felagið.

Hetta skrivar EB/Streymur á Facebook-síðu sínari:

- 20 ára gamli lokali leikarin hevur av álvara bitið seg fastan í álopið hjá okkum í ár. Hann fekk eisini heiðurin fyri ársins mál, og í ár er tað vorðið til 26 dystir og 7 mál fyri besta manslið okkara. Hóast sín unga aldur, so hevur Gutti longu spælt 74 dystir fyri besta manslið okkara.

Gutti varð toppskjútti í besta árinum hjá EB/Streymi síðani 2014, og í felagnum 
fegnast tey um, at lokali áleyparin hevur valt at leingja við og at fleiri góð mál komandi ár. 

EB/Streymur hevur eisini longt við javngamla verjuleikaran Mikkjal Hellisá.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder