Fótbóltur

Tórður bestur í Betrideildini í september

Hetta er fyrstu ferð, at ein málverji vinnur heiðurin. Royndi B68-málverjin hevði nógvar bjargingar í teimum trimum dystunum, men heldur enn heiðurin vildi hann havt fleiri stig.

Aðrir, ið eisini fingu fitt av atkvøðum hesaferð, vóru Boubacar Dabo hjá EB/Streymi, og Árni Frederiksberg og Páll Klettskarð úr KÍ - her sæst vinnarin eftir serstakan sigur í Fuglafirði (Mynd: Sverri Egholm)

Aðrir, ið eisini fingu fitt av atkvøðum hesaferð, vóru Boubacar Dabo hjá EB/Streymi, og Árni Frederiksberg og Páll Klettskarð úr KÍ - her sæst vinnarin eftir serstakan sigur í Fuglafirði (Mynd: Sverri Egholm)

2024-10-21 10:20 Author image
Agnar Prestá
placeholder

- Tað bleiv veteranurin í B68 málinum, Tórður Thomsen, ið fekk heiðurin sum besti spælari í Betrideildini hjá monnum í september mánað.

Hetta skrivar FSF á heimasíðu sínari.

Hetta er fyrstu ferð, síðani farið var undir at velja besta spælara í hvørjum mánað í 2022, at heiðurin fer til ein málverja.

- Tað eru landsliðsvenjarar, miðlafólk og viðmerkjarar, ið velja, og tá talt var saman fyri september, hevði B68 málverjin fingið flestar atkvøður.

Aðrir, ið eisini fingu fitt av atkvøðum hesaferð, vóru Boubacar Dabo hjá EB/Streymi, og Árni Frederiksberg og Páll Klettskarð úr KÍ, kunnar FSF um.

– Hetta er ein heiður, sum eg eri ótrúliga stoltur av og glaður fyri. Men um eg kundi býtt heiðurin um við fleiri stig á stigatalvuna, so hevði eg gjørt tað, sigur Tórður Thomsen við heimasíðuna hjá FSF.

38-ára gamli málverjin spældi tríggjar dystir í september - teir seinastu minuttirnar í dystinum í Fuglafirði 1. oktober. 

[object Object]
Tórður Thomsen heldur einum innleggi í "seinna dystinum" móti ÍF. Hendan dagin var hann sjúkur við fepri (Mynd: Sverri Egholm)


[object Object]Í upprunaliga dystinum (Mynd: Sverri Egholm)

Tað varð fyri stuttum ført fram í sendingini Fótbóltsprát í Kringvarpinum, at Tórður Thomsen burdi fingið heiðurin fyri serliga avrikini móti KÍ og Víkingi - og møguliga landsliðspláss. Vertur í sendingini er málmansvenjarin hjá B68, Tróndur Vatnhamar.

Tórður lat fimm mál inn í sínum trimum dystunum í september. Fleiri stórbjargingar móti Víkingi og KÍ á Svangaskarði gjørdu tó, at hesi tapini ikki vórðu størri hjá B68, sum liggur til niðurflyting undan seinasta umfari.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder