B68 hevur eina risa uppgávu. Hóast NSÍ einki ítøkiligt hevur at spæla fyri í síðsta umfari, so er helst eingin ivi um, at NSÍ fer at leggja alt fyri í dystinum móti grannunum. B68 hevur eisini bara vunnið samanlagt átta Betrideildardystir í 2023 og 2024 og ikki verið sterkt á útivølli.
Í dag var møguleiki á heimavølli, men EB/Streymur er formsterkt og hevði vunnið fimm av sjey teimum seinastu dystunum. Liðið var tryggjað plássið í Betrideildini, og so kundi man hugsað, hvussu nógv EB/Streymur fór at leggja í dystin. Men tað var skjótt greitt, at útiliðið avgjørt var komið út á Toftir fyri at geva alt fyri at vinna enn ein dyst. Tað var eisini skjótt, at liðið hjá Sigfríði Clementsen setti seg á dystin á Svangaskarði.
Boubacar Dabo gjørdi stóran mun, tá B68 helt sær í deldini í 2022. Senegalbúgvin hevur eisini verið flúgvandi fyri EB/Streym seinastu vikurnar, og eftir samanspæl við Emil Weihe Joensen í vinstru, rak Dabo inneftir og smekkaði til. Bólturin rakti eitt B68-bein og snýtti Tórð Thomsen.
Líknandi støða var fimm minuttir fyri hálvleik. Nú spældu vælspælandi miðvallarnir hjá EB/Streymi, Óli Eyðsteinsson Poulsen og Emil Weihe Joensen saman uttanfyri brotsteigin, síðstnevndi royndi seg, rakti eitt bein og bólturin snýtti aftur málverjan. Hesaferð kann man siga, at Tórður Thomsen nokk burdi bjargað kortini.
Emil Weihe Joensen hevur verið ein av allarbestu spælarunum hjá EB/Streymi í ár. 20-ára gamli miðvallarin í Havn skoraði og legði upp í dag - EB/Streymur hevði annars ikki vunnið á B68 fyrr í ár (Savnsmynd: Sverri Egholm)
Hetta var fimm minuttir fyri steðgin, men beint aftaná minkaði Hanus Højgaard um munin. Ungi toftamaðurin smekkaði til eftir at Brian Jakobsen hevði lagt væl av. Flott mál.
1-2 og B68 fór við treysti út til 2. hálvleik. Heimaliðið hevði onkra atsókn, men sum so ofta fyrr í ár, vantaði bit og spælið við bóltinum fleyt ikki nóg væl - Sebastian Lau Nielsen vantaði har vegna sítt triðja leikbann í ár. Hugflog og góðska á seinasta triðinginum var heldur ikki har.
EB/Streymur hevði meira yvirskot, og innskifti Virgar Jónsson gjørdi eisini mun. Fimm minuttir fyri leiklot setti hann bóltin í netið eftir flott mótálop. Um luftin ikki var farin úr B68-ballónini áðrenn, so var hon tað nú, og eftir 90 minuttir økti Virgar aftur. Ungi eiðismaðurin var fyrstur á returbólti eftir skot hjá innskifta Kristian Svabo Eliasen.
Hesi bæði seinastu málini kunnu fáa stóran týdning, tí um so er, at B68 vinnur á NSÍ leygardagin, so kann tað verða, at tað ikki er nóg mikið. Skála hevur nú betri málmun enn B68 og hevur skorað fleiri mál. Hetta umframt tey bæði stigini ger, at Skála kann yvirliva við javnleiki í Gundadali, um ikki B68 vinnur við meira enn einum máli.Seinasti dystur hjá Jákupi á Borg sum B68-venjari kann verða seinasti seymurin til niðurflyting (Savnsmynd: Sverri Egholm)
Sigurin hjá EB/Streymi staðfesti væl munin á liðunum seinastu mánaðirnar. B68 vann fyrr í ár 2-0 á EB/Streymi á Svangaskarði. Nú er stórt trýst á liðnum á 9. plássi, sum allarhelst heldur ikki fær upp- og niðurflytingrdyst.
26. og næstseinasta umfar í Betrideildini
Sunnudagin 20. okotber
B68 - EB/Streymur 1-4 (1-2)
14' Boubacar Dabo 0-1
41' Emil Weihe Joensen 0-2
42' Hanus Højgaard (Brian Jakobsen) 1-2
86' Virgar Jónsson 1-3
90' Virgar Jónsson 1-4
Skála - NSÍ 0-0
Sí eisini: NSÍ hevur tryggjað 4. plássið
HB - Víkingur 1-1 (1-0)
30' Noah Mneney (Ári Mohr Jónsson) 1-0
42' Poul Kallsberg (Olaf Bárðarson) 1-1
Sí eisini:
Víkingur er føroyameistari fyri triðju ferð
Myndir: Víkingar fegnast um føroyameistaraheitið
Víkingur hevur bert tapt tveir av teimum seinastu 40 dystunum
KÍ - B36 2-2 (0-0)
61' Páll Andrasson Klettskarð (Kristoffer Ødemarksbakken) 1-0
66' Hallur Hansson (René Shaki Joensen) 2-0
77' Zean Dalügge (Mattias Hellisdal) 2-1
88' Anton Søjberg (Bjarki Nielsen) 2-2
07 Vestur - ÍF 5-1 (2-1)
3' Filip Brattbakk (Jón í Horni Nielsen) 1-0
5' Silas Gaard 1-1
26' Kevin Egell Johnsen (Mikkel Jakobsen) 2-1
51' Julian Mouritsen (Jón í Horni Nielsen) 3-1
59' Mikkel Jakobsen (Amer Ordagic) 4-1
Støðan í Betrideildini eftir 26 umfør
1. Vìkingur 70 stig *
2. KÍ 64 stig
3. HB 56 stig
4. NSÍ 42 stig **
5. B36 38 stig
6. 07 Vestur 30 stig
7. EB/Streymur 28 stig
8. Skála 20 stig (-27)
---------------------
9. B68 18 stig (-28)
10. ÍF 7 stig ***
* Føroyameistari
** Tryggja 4. plássið
*** Flutt niður
Seinasta umfar:
27 | 26-10-2024 kl. 14:00 | - | ||||
27 | 26-10-2024 kl. 14:00 | - | ||||
27 | 26-10-2024 kl. 14:00 | - | ||||
27 | 26-10-2024 kl. 14:00 | - | ||||
27 | 26-10-2024 kl. 14:00 | - |
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald