Fótbóltur

NSÍ hevur tryggjað 4. plássið

Hetta við javnleiki á Skála, sum í løtuni er tvey stig frammanfyri B68. Um B36 ikki vinnur steypafinaluna - annars skal NSÍ spæla í Conference League næsta ár.

Málleyst á Skála og tað hóskaði NSÍ fínt, tí B36 ikki vann í Klaksvík (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Málleyst á Skála og tað hóskaði NSÍ fínt, tí B36 ikki vann í Klaksvík (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2024-10-20 17:27 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað kom einki mál í illfýsna veðrinum Undir Mýruhjalla. Heimaliðið hevði serliga tvær vandamiklar støður fyrstu løtuna. Maxwell Effiom burdi skorað, tá hann gjørdist púra fríur eftir NSÍ-mistak, men áleyparin hjá Skála lyfti uppum Kristian Joensen og málið.

So líðandi søkti NSÍ meira at, men tað var ein heldur óruddiligt dystur. Mirza Mujcic hjá NSÍ kundi kanska fingið beinleiðis reytt kort miðskeiðis í 2. hálvleiki fyri ófantaliga takkling men fekk heldur gult fyri vandamikið spæl.

So líðandi hugsavnaðu teir hjá NSÍ seg mest um at verja - helst tí man visti, at B36 ikki lá til at vinna í Klaksvík, og at eitt stig harvið var nóg mikið.. B36 kom afturum 2-0 í 2. hálvleiki men megnaði at javna til 2-2.

Javnleikur var tó ikki nóg mikið hjá Magna Hoseth og hansara monnum, tí NSÍ var fýra stig frammanfyri undan dystinum og fekk eisini neyðuga stigið á Skála.

[object Object]
Í 2021 endaði NSÍ nummar fýra og kom eisini á odda í steypafinaluni, men B36 fór avstað við tí - harvið kom B36 í Evropa og ikki NSÍ, hóast eitt 4. pláss. Hetta kann endurtaka seg í ár (Savnsmynd: Sverri Egholm)

4. plássið tryggjað eftir eitt samanlagt gott ár hjá Jens Wedeborg og hansara monnum. Við hesum eru uppflytararnir úr NSÍ ávegis til Conference League næsta ár - tað einasta ið kann forða fyri hesum er, at B36 vinnur steypafinaluna móti HB. Tískil halda allir NSÍ'arar við HB 2. november á Tórsvølli

Teir í appelinlittum ikki nóg kyniskir tá støðurnar koma, og tey á vestara armi á Skálafjørðinum noyåast at halda ondina seks dagar afturt.

Tvey stig eru niður til B68 nú. Útsetti dysturin á Toftum byrjar eftir ætlan klokkan 18.

Um B68 tapir, so er neyðugt hjá toftamonnum at vinna í Runavík í seinastu umfari. Um tað endar við javnleiki er sama støða sum áðrenn hetta umfarið (eitt stig) - um B68 vinnur, so er stórt trýst á Skála, sum skal til Havnar at spæla móti B36 í seinasta umfari.

Víkingur tryggjaði sær føroyameistaraheitið í dag - í Vágum vann 07 Vestur 5-1 á ÍF í einum á pappírinum púra týdningarleysum dysti. Ungir lokalir mans og nakrir útlendingar stóðu fyri málunum hjá heimaliðnum.

26. og næstseinasta umfar í Betrideildini
Sunnudagin 20. okotber

Skála - NSÍ 0-0

Meira um dystin her

HB - Víkingur 1-1 (1-0)
30' Noah Mneney (Ári Mohr Jónsson) 1-0
42' Poul Kallsberg (Olaf Bárðarson) 1-1

KÍ - B36 2-2 (0-0)
61' Páll Andrasson Klettskarð (Kristoffer Ødemarksbakken) 1-0
66' Hallur Hansson (René Shaki Joensen) 2-0
77' Zean Dalügge (Mattias Hellisdal) 2-1
88' Anton Søjberg (Bjarki Nielsen) 2-2

Meira um dystin her

07 Vestur - ÍF 5-1 (2-1)
3' Filip Brattbakk (Jón í Horni Nielsen) 1-0
5' Silas Gaard 1-1
26' Kevin Egell Johnsen (Mikkel Jakobsen) 2-1 
51' Julian Mouritsen (Jón í Horni Nielsen) 3-1
59' Mikkel Jakobsen (Amer Ordagic) 4-1
90 (+2)' Albert Theis Nielsen (Julian Mouritsen) 5-1

18.00: B68 -
EB/Streymur
Fylg við gongdini beinleiðis á portal.fo - Televarpið vísir dysitn

Støðan í Betrideildini eftir 26 umfør
1. Vìkingur 70 stig *
2. KÍ 64 stig
3. HB 56 stig 
4. NSÍ 42 stig **
5. B36 38 stig
6. 07 Vestur 30 stig
7. EB/Streymur 25 stig ****
8. Skála 20 stig
---------------------
9. B68 18 stig ****
10. ÍF 7 stig ***

Føroyameistari
** Tryggja 4. plássið
*** Flutt niður
**** Ein dyst færri

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder