
Tórður Skorheim Guttesen, sum fyri ein part av farna kappingarárið var í lestrarørindum í Danmark og sum kom heim aftur at spæla fyri Kyndil móti kappingarenda, hevur nú gjørt av at vera verandi í Føroyum eftir summarfrítíðina.
Hetta skrivar Kyndil á Facebook-síðu sínari, og tað fegnast tey sjálvandi um í felagnum.
23-ára gamli Tórður Guttesen er landsliðsmálverji og skal í 2021/2022 royna at fáa Kyndil hægri upp á stigatalvuna. Liðið endaði í fjør næstaftast í grundspælinum, og fekk eins og StÍF átta stig fyri 18 dystir.
![[object Object]](https://cdn-ac.knassar.fo/media/2021/04/30/890x590/1619818238p5h3uxg6hg.jpg)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald