Fótbóltsfepurin er bara vaksin og vaksin í Noreg við flottu HM-gongdini, og eftir sigurin á Brasil í 1/8-finaluni sunnukvøldið bar av - skuldi man trúð.
Myndir: 100.000fólk í fótbóltsveitslu í Oslo
Tí nú Ongland bíðar í fyrstu fjórðingsfinaluni hjá norska manslandsliðnum, eru norðmenn við at ganga frá sær sjálvum av spenningi.
Tað sæst aftur í gøtumyndini í Oslo og aðrastaðni í Noreg, har tað verður fult av fólki aftur í annaðkvøld.
![]()
![]()
Norskir miðlar og fjepparar í ovfarakæti sunnukvøldið
![]()
![]()
Gjørt verður klárt til fleiri stór tiltøk í sambandi við størsta dystin í norskari landsliðsøgu. Her er tað stórkíggjatiltak í Oslo (Myndir: Amanda Pedersen Giske/NTB/Ritzau Scanpix)
Haakon krúnprinsur fer til Miami, og nú royna alsamt fleiri í Noreg at fáa fatur á flottu norsku landsliðsblusuni - við flagginum sum tema frammum og við tølum og navnið aftan við íblástri úr rúnum.
Tað er tó ikki bara sum at siga tað.
Úr Noreg hoyrast søgur um fólk, sum standa í bíðirøð í fleiri tímar til handlar, sum hava fingið útvega sær nakrar blusur, lata upp. Og søgur um sølubúður og síður sum gera alt fyri at fáa fatur á búnum.
Fyrr hetta summarið skrivaði NRK, útfrá upplýsingum frá norska fótbóltssambandinum, um, at 250.000 landsliðsblusur vóru umbidnar.
Nú vilja tey allaflestu í Noreg, og ein rúgva aðrastaðni eisini, helst hava hana. Og tað er ógvuliga torført at nøkta eftirspurninginum.
![]()
Erling Haaland er her farin úr blusuni, sum hann altíð skorar í. Sunnukvøldið varð talan um tvey mál móti Brasil. Nú bíðar Ongland (Mynd: Vincent Carchietta/Reuters/Ritzau Scanpix)
Noreg og Ongland spæla HM-fjórðingsfinalu leygarkvøldið klokkan 22 føroyska tíð. Í sambandi við dystin móti Brasil var hyggjaramet í Noreg - tað verður tað eisini í morgin.
-----------------------------------
Í gjár, hósdagin 9. juli
Frakland - Marokko 2-0 (0-0)
60' Kylian Mbappé 1-0
66' Ousame Dembelé 2-0
Í dag, fríggjadagin 10. juli
20.00: Spania - Belgia - Los Angeles (DR1 DR TV)
Sí eisini: Mbappé og teir syftu Marokko - Spania ella Belgia bíða í hálvfinaluni
Í morgin, leygardagin 11. juli
22.00: Noreg - Ongland - Miami
Sunnudagin 12. juli
02.00: Argentina - Sveis Kansas City
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald