Annað

Torkil arbeiddi fyri liðið rundan um Silkeborg

Størsta danska súkklukappingin, Postnord Danmark Runt, er hesa vikuna.

Torkil Veyhe

Torkil Veyhe "bunkrar" undir kappingini í dag (Mynd: Riwal Readynez)

2019-08-21 20:02 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Føroyski súkklarin Torkil Veyhe, sum súkklar fyri professionella danska súkkluliðið Riwal Readynez, verður ikki millum teir, sum fara at kappast um sigurin í størstu donsku súkklukappingini, Postnord Danmark Runt, sum verður súkklað hesa vikuna. Til tað hevur hann longu mist ov nógva tíð.

Fyrsti teinur varð súkklaður í dag. Talan var um 170 kilometrar í Miðjútlandi rundan um Silkeborg.

Riwal-liðið hevði ikki tann stóra leiklutin í dagsins kapping. Sjey súkklarar sluppu undan hinum beinanvegin, og høvdu eitt skifti eina leiðslu á fýra minuttir. Av tí at Riwal ikki var við í hesum útbrotinum, ráddi tað um hjá teimum ikki at geva súkklarunum framman fyri og stóra leiðslu.

Og arbeiðsmaðurin á liðnum, Torkil Veyhe, varð sendur fram at halda ferðini uppi. Ta uppgávuna greiddi Torkil, sum hann so ofta fyrr hevur gjørt fyri liðið í ár. Tá súkklararnir framman fyri vóru heintaðir aftur, tók Torkil tað róligt, tað ið eftir var av kappingini, og tað sást eisini aftur við at Torkil gjørdist nummar 112 av teimum 120, sum eru við í kappingini.

Hann kom á mál 5 minuttir og 25 sekund eftir vinnaran, Tiesj Benoot úr Belgia, sum súkklar fyri World Tour-liðið Lotto Soudal, og sum er millum favorittarnar at vinna kappingina.

Liðskipari hjá Riwal liðnum, og tann, sum hinir á liðnum súkkla fyri, er Alexander Kamp, sum í dag kunngjørdi, at hann hevur gjørt sáttmála við World Tour liðið Trek Segafredo komandi ár. Kamp gjørdist nummar 64 í dag, men kom í mál saman við hópinum og liggur bert 13 sekund eftir Benoot.

Í morgin verður tíðarkoyring. Teir skulu súkkla 17 kilometrar í og nærhendis Grindsted.

Til ber at fylgja við á DR1, sum sendir beinleiðis frá Postnord Danmark Rundt. Kappingin er í fimm umførum og endar sunnudagin .

Hetta er fjórða ferðin, at Torkil Veyhe er við í súkklukappingini runt Danmark. Í 2016, tá hann var við á samansetta danska landsliðnum, gjørdist Torkil nummar 98 samlað. Í 2017 tá hann súkklaði fyri ColoQuick liðið gjørdist hann nummar seks og í fjør gjørdist hann nummar nummar 24 við Team Waoo.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder