Annað

Tórshavn Marathon verður av ongum í ár

Grundarlag er ikki at halda renningina í september – og fá hava meldað til.

(Savnsmynd: Ólavur Frederiksen)

(Savnsmynd: Ólavur Frederiksen)

2021-08-26 09:17 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Tórshavn Marathon, sum skuldi vera 26. september 2021, er avlýst.

Upprunaliga skuldi ársins renniveitsla – Tórshavn Marathon – verða 6. juni í ár. Fáar dagar undan renningini tók korona seg upp av nýggjum í Føroyum, og ítróttafelagið Bragdið, sum skipar fyri stóra tiltakinum, valdi at fylgja tilráðingunum frá myndugleikunum og útseta renningina.

Tórshavn Marathon varð ikki avlýst, men útsett til 26. september 2021.

- Nú 26. september 2021 nærkast kunnu vit tó staðfesta, at tað ikki er lætt at flyta eitt tiltak, sum Tórshavn Marathon. Fólk venja leingi og málrættað til eitt marathon, og vit mugu ásanna, at týdningarmiklasta grundarlagið undir Tórshavn Marathon – rennararnir – ikki í nóg stóran mun eru til staðar, skrivar Bragdið í tíðindaskrivi í morgun.

- Vit vilja, at Tórshavn Marathon skal vera ein stór renniveitsla, har luttakarar úr øllum heiminum eru við. Tað hevur ikki eydnast okkum at fáa neyðugu tilmeldingarnar til, at vit kunnu halda Tórshavn Marathon 2021, soleiðis at rennararnir fáa ta uppliving, sum vit vilja, teir skulu hava.

- Vit eru ótrúliga hørm um, at vit nú – fyri triðju ferð – bera boð um, at Tórshavn Marathon 2021 ikki verður. Vit fara tó at leggja okkum eftir, at Tórshavn Marathon 12. juni 2022 verður tað besta higartil, skrivar Bragdið, sum eisini sendir beinleiðis boð til tey, ið hava melda til renningina. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder