Fótbóltur

Tórsvøllur nærkast endanum

Bygningurin á vestaru síðu av Tórsvølli er reistur. Um alt gongur eftir ætlan stendur Tórsvøllur liðugur um eitt lítið ár.

(Mynd: Bjarni Enghamar / FSF)

(Mynd: Bjarni Enghamar / FSF)

2020-05-20 21:07 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Seinnapartin mikudagin varð skipað fyri lítlari samkomu á Tórsvølli, í samband við at nýggi bygningurin á vestaru síðuni nú er reistur.

Arbeiðsmenn, arkitektar, ráðgevar, núverandi borgarstjóri og fyrrverandi borgarstjórar í Tórshavnar kommunu, umframt starvsfólk og nevndarlimir í FSF vóru komin saman, tá tað seinnapartin mikudagin varð skipað fyri reisigildi á Tórsvølli.

Løtan byrjaði við at Christian F. Andreasen, forseti í Fótbóltssambandi Føroya bjóðaði vælkomin, og í stuttum lýsti hann gongdina í samband við byggingina av Tórsvølli, frá tí at arbeiðið byrjaði seinast í 90’unum, og til dagin í dag.

Tórsvøllur er bygdur í tøttum samstarvi millum Tórshavnar kommunu og FSF, og sigast má, at talan hevur verið um eitt langt og gott samstarv. Tilsamans hava seks borgarstjórar sitið í kommununi hesa tíðina. Teir eru Poul Michelsen, Lisbeth Petersen, Jan Kristiansen, Leivur Hansen, Heðin Mortensen og nú Annika Olsen.

Róin Schrøter, varaforseti í FSF, og formaður í bygginevndin fyri Tórsvøll, umframt Annika Olsen og Heðin Mortensen søgdu eisini nøkur orð, áðrenn Rúni Abrahamsen frá MAP Arkitektar, kunnaði um arbeiðsgongdina, frá tí at stóra verkætlanin byrjaði fyri nógvum árum síðani, og til nú, tá nýggi bygningurin á vestaru síðu er reistur.

Í nýggja bygninginum á langsíðuni verða umklæðingarrúm, tíðindarfundarhøli, goymslurúm, fundarhølir, fitnessrúm, og góð hølir til skeiðir og ráðstevnur av ymsum slag. Harafturat verður pláss fyri umleið 1.500 áskoðarum, umframt góðar arbeiðsumstøður til fjølmiðlarnar.

Um alt gongur eftir ætlan, stendur Tórsvøllur liðugur um eitt lítið ár, og verður klárur til EM-endaspælið hjá U17-gentum, sum verður í Føroyum í apríl-mai 2021.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder