Fýra bólkar í Champions League-bólkaspælinum eru nú av.
Tað var bert í bólki D, at veruligur spenningur var. Øll fýra liðini høvdu undan umfarinum møguleika at spæla seg víðari, og tað gjørdist dramatiskt. Í báðum førum kom heimaliðið á odda og var á veg móti áttandapartsfinaluni, men so varð alt vent á høvdið.
Í Lissabon javnaði Frankfurt við brotssparki í 62. minutti, og tíggju minuttir seinni skoraði Randal Kolo Muani avgerandi málið. Tað sendi Europa League-vinnaran víðari til áttandpartsfinaluna - hetta er fyrstu ferð í søguni hjá Eintracht Frankfurt - og so var stórt vónbrot á teimum flestu í portugisiska høvuðsstaðnum.
Marseille noyddist at vinna og legði seg á odda í yvirtíðini í fyrra hálvleiki. Franski verjuleikarin Clement Lenglet javnaði tó eftir hornaspark í 54. minutti, og so lá Tottenham til víðari luttøku. Heimaliðið trýsti, og serliga fyrrverandi Arsenal-leikarin Kolasinac fekk ein stóran møguleika, men í yvirtíðini skúgvaði Pierre-Emile Højbjerg allan iva til viks við góðum máli. Fyrsta málið hjá dananum í Champions League og ein lætti hjá Conte, ið vanliga ikki stendur seg so væl í Champions League.
Bayern endaði bólkaspælið við fullum stigatal - tað er greitt eftir 2-0 sigurin á Inter í gjár. Liverpool, sum hevur trupulleikar í Premier League og sum tapti greitt í Napoli fyrr í kappingini, vann 2-0 á Napoli í gjár, men hetta var ikki nóg mikið fyri at vinna bólkin.
Hesi átta hava spælt allar seks dystirnar í bólkaspælinum og eru víðari - liðið sum stendur frammanfyri vann bólkin
Bólkur A: Napoli, Liverpool
Bólkur B: FC Porto, Club Brügge
Bólkur C: Bayern München, Inter Milan
Bólkur D: Tottenham, Eintracht Frankfurt
Ajax, Bayer Leverkusen, FC Barcelona og Sporting CP skulu spæla í Europa League orsakað av 3. plássi í bólkinum.
Síðstu dystirnir í Champions League-bólkaspælinum eru á skránni í kvøld.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald