Tottenham reisti seg eftir nøkur ring úrslit, tá teir tóku ímóti Southampton á heimavølli í dag.
Eftir 24 minuttir legði Ndombele Spurs á odda. Stutt eftir hetta fekk Serge Aurier reyða kortið og var vístur av vøllinum. Southampton megnaðu at javna, tá Danny Ings skoraði tá 39 minuttir vóru spældir, eftir at hann stjól bóltin frá málverjanum hjá Tottenham Hugo Lloris beint frammanfyri málið. Men bert fýra minuttir seinni skoraði Harry Kane til 2-1, ið eisini gjørdist endaliga úrsliti.
Chelsea tók ímóti Brighton heima á Stamford Bridge. Chelsea var greitt tað betra liðið og vann dystin 2-0, eftir at støðan í hálvleikinum var 0-0. Málini hjá Chelsea skoraði Jorginho uppá brotsspark og Willian.
Fyrr í dag vann Liverpool 1-0 á útivølli móti Sheffield United.
Í løtuni spæla Everton og Manchester City á Goodison Park. Í morgin dystast Leicester og Newcastle, meðan stórdystur verður mánakvøldið, tá Manchester United og Arsenal møtast á Old trafford.
Úrslitini í dag
Sheffield United – Liverpool 0-1
Aston Villa – Burnley 2-2
Bournmouth – West Ham 2-2
Chelsea – Brighton 2-0
Crystal Palace – Norwich 2-0
Tottenham – Southampton 2-1
Wolwes – Watford 2-0
Everton – Manchester City -3
Í morgin
Leicester - Newcastle
Mánakvøldið
Manchester United – Arsenal
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald